Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit leggja okkum eftir fyrsta floks góðsku av okkara fiskavørum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  30.09.2019 - 11:04 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri á Sjógæti, sum millum annað hevur latið upp framkomnan handil við fiskavørum á Norðskála.

Sjógæti hevur lagt seg eftir at fiskaúrdráttirnir, sum virkið selur til føroyska og útlendska marknaðin, skal vera av bestu góðsku.

Bróta upp úr nýggjum

Í hesum sambandi hevur Sjógætið millum annað gjørt samarbeiðisavtalu við útróðrarbátin Norðsøka úr Klaksvík, sum avreiðir blóðgaðan útróðrarfisk til virkið. Hans Marius í Byrgi sigur, at fyri at fáa so góða vøru burturúr fiskinum, sum møguligt, er umráðandi at fiskurin kemur í ísvatn beint eftir at hann er blóðgaður, ella ikki seinni enn hálvan tíma eftir at hann er komin úr sjónum og verður køldur niður á 0 hitastig. Hetta ger, at pre-rigur ella deyðstívheitin verður útsett, soleiðis at tú kanst arbeiða fiskin, áðrenn hetta fyribrigdið kemur í fiskin, soleiðis at byrjanin til hann moltnar verður útsett.

Flakið gerst tí fastari og betur og ikki minst er hetta galdandi fyri hýsuflakið.

Sjógæti

Felagið Sjógæti hevur ein virkisbygning á Norðskála og eisini virkisbygningin á Eiði, ið fyrr nevndist Norðís.

Virkið á Eiði er samansett av tveimum partum, ein nýggjur og ein eldri bygningur. Í eldra bygningum hava vit nú kryvjingina av fiskinum gangandi.

Vit hava gjørt eina seravtalu við Norðsøka og 11 aðrar bátar, har teir fáa ein fastan prís fyri ókruvda og niðurkølda fiskin.

Fiskurin, sum eitt nú verður blóðgaður og koyrdur í ísvatn ókruvdur umborð á Norðsøka, verður eftir landing kruvdur á virkinum á Eiði.

Royking

Síðani verður fiskurin skorin til flak, har nakað fer fekst til beinleiðis sølu á heimamarknaðinum og nakað verður fryst. Vit útflyta eisini bæði fekst og fryst. Sjógæti  hevur ætlanir um at so nógv virksemi sum møguligt skal vera á Eiði við hvíta fiskinum, meðan arbeiðið við laksinum, til flak og roykingar gongur fyri seg á Norðskála. Roykingin á Eiði er meira stórframleiðsla, har vit fara at roykja makrel og sild og framyvir eisini hýsufløk.

Vit hava ikki havt sørt av byrjunartrupulleikum, síðani vit keyptu á Eiði, men nú byrjar at ganga sum tað skal. Seinastu tvær ferðirnar vit hava tikið ímóti fiski, hava vit megna at kruvt 43 tons og 50 tons frá útróðrarbátum.

Umframt flakaframleiðsluna, hevur virkið eisini  menningarkvotu av sild og makreli. Ætlanin við sildini og makrelinum er, at vit skulu roykja hetta á virkinum á Eiði, so tá hetta arbeiðið rættuliga kemur í gongd rokna vit við nógvum arbeiði, eisini á Eiði.

Handilin á Norðskála fær rávøruna av Eiði, nýggja vøru hvønn dag.  Handilin hevur opið hvønn yrkadag frá kl. 11 til kl. 17, her høvi verður at keypa alskyns fiskaúrdráttir úr sjónum, eisini rundan fisk, um vit fáa boð um tað frammanundan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík