Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rútman verður ein dansari til Vit elska 90ini

SKRIVAÐ: Hans Jacob á Líknargøtu  |  02.10.2019 - 08:52 Tíðindaskriv Tíðindi

Hittfyribrigdið SNAP! luttakur til gigantiska tiltakið Vit elska 90ini, sum verður 12. oktober í Hoyvíkshøllini. Tónlistarliga skráin er uppá pláss, og vit kunnu gleða okkum til eitt satt brak.

Vitjaði tú eitt dansistað í 90unum ella ognaði tú tær eina av teimum mongu savnsfløgunum, so hevur tú uttan iva notið rútmurnar hjá SNAP!

SNAP! er ein týskt samansettur bólkur, sum eigur nøkur av allarstørstu dansihittunum í 90unum. Tey góvu út fløguna World Power í 1990, og staklagið “I Got the Power” gjørdi bart og streyk uppá dansitindarnar kring allan heim. Næsta fløgan The Madman´s Return, sum varð útgivin í 1991, seldi eisini sum heitt breyð frá Frants ein sunnumorgun kl. 04:00. Serliga risahittið “Rhythm is a Dancer” ljómaði kring diskotekini um allan heim.

Legendurnar pakka taskurnar og seta kós móti Hoyvíkshøllini tann 12. oktober. Tað verður garrvilt.

Fammanundan er longu greitt, at Cottoneye Joe, Me & My, Cut ´N´ Move, DJ Freedom, DJ Kári Annand Berg, DJ Dan Rachlin og Riffi, Blå Øjne og DJ Martin Kjærbo fara at framføra til Vit elska 90ini.

Atgongumerki fáast á ebillet.fo. Tað eru tvey sløg av atgongumerkjum. Tú kanst keypa vanlig atgongumerki fyri kr. 395,- ella “Alt í einum atgongumerki”, sum gevur tær atgongd til tiltakið og fría barr í Hvonn básinum. “Alt í einum atgongumerki” kostar kr. 795,-.

Vit elska 90ini er stuðlað av Atlantic Airways, Okkara og Hvonn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu