Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri | Mynd: frá vp.fo

Ovurstórar eykarokningar koma nú undan kavi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2019 - 21:10 Politikkur Tíðindi

Sum stúrt hevur verið fyri í ein knappan mánað, vísir tað seg nú at verða neyðugt við stórum eykajáttanum til at gjalda rokningar. Tann størsti útreiðsluposturin er helst H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum, sum teknar seg fyri heili 9 siffur í meirkostnaði. Og tingfólk vænta at fleiri eru á veg.

Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, sum á tingsins røðarapalli í dag boðaði frá, at nú rokningarnar eru taldar saman, fer H-bygningurin at kosta 152 mió. meira enn væntað. Í mai varð upplýst eitt krónutal uppá umleið 80 milliónir eyka, men tað talið er nú næstan tvífaldað.

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, stúrir fyri at fleiri eykarokningar eru ávegis, og nevnir talið 115 milliónir, ið er upphæddin, sum søkt verður um í eykajáttan. Óbeinleiðis segði hann, at hetta kann ganga út yvir arbeiðið hjá nýggju samgonguni, tí hon fær ein “ringan start”, sum hann málbar seg.

H-bygningurin skal sambært eykajáttanarlógaruppskotinum fáa 21 milliónir í ár, og restin má so bíða.

Av øðrum eykajáttanum, ið ikki skyldast eykarokningum, kann nevnast, at Hvalbiartunnilin fær 21 milliónir, tí hann skal framskundast, Strandfaraskip Landsins 2,6 milliónir og 4,7 milliónir fara til gamla gerðarrættarmálið millum TG-Verk og Landsverk í Glasir-málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…