Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bahamas eftir ódnina Dorian | Mynd: reuters

150.000 krónur úr Klaksvík til Bahamas

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Rotary og Inner Wheel  |  04.10.2019 - 09:06 Mentan Tíðindaskriv Veðrið

Seinasta leygardag skipaðu Klaksvíkar Rotary og Inner Wheel fyri stuðulstiltaki, har innkomni peningurin verður fimmfaldaður og latin til Bahamas.

Eftir oyðileggjandi ódnina Dorian, sum herjaði fyri góðum mánaða síðan, tók Rotary International stig til innsavnan til frama fyri stóra endurbyggingararbeiðið, sum liggur fyri framman á Bahamas. Rotary er umboðað við 18 limum í Klaksvík, og saman við Klaksvíkar Inner Wheel skipaðu teir seinasta leygardag fyri innsavnan við tombola, lutaseðla- og kaffisølu. Inn komu 30.615 krónur, og hesar leggjast afturat samlaðu upphæddini hjá Rotary Danmark, sum føroysku klubbarnir eru partur av. Endaliga upphæddin verður síðan fimmfaldað av Rotary International, áðrenn stuðulin verður latin til Rotary í Bahamas, oyramerktur til endurbyggingararbeiði eftir ódnina.

 

Birna Vágslíð, forseti í Klaksvíkar Inner Wheel er sum vera man væl nøgd við tiltakið. 

 

- Vit skipaðu fyri einum tombola tiltaki við kaffisølu og lutaseðlum, og eftir ein tíma vóru allir tombolavinningarnir farnir, so tað kunnu vit ikki annað enn vera stak væl nøgd við. Fólk eru so ófør at møta upp og stuðla, og tá er tað stuttligt at skipa fyri, ikki minst tá endamálið er so týdningarmikið sum hesaferð. Sjálvt um okkara íkast er ein dropi í havinum, so eru vit glað fyri at kunna hjálpa til við tí stóra arbeiðnum, sum tey hava fyri framman í Bahamas, sigur Birna Vágslíð.

 

Higartil hevur danski parturin av Rotary-innsavningini givið knappar 260.000 krónur samanlagt, og verður stuðulin mettur eftir limatali, so ber trygt til at staðfesta, at stuðulin úr Føroyum er nógvar ferðir størri enn tann úr Danmark. Hóast hetta ikki er málið í sjálvum sær, so fegnast Jan Gardar, forseti í Klaksvíkar Rotaryklubba um væleydnaða tiltakið. 

 

- Vit eru ótrúliga fegin og takksom fyri, at so nógv vístu tiltakinum ans. Sjálvur skal eg á fund við aðrar Rotaryklubbar í Danmark hetta vikuskifti, og eg veit longu nú, at úrslitið hjá okkum hevur vakt ans har hjá teimum, tí tá tú hugsar um limatalið, so hava vit fingið suverent nógv mest inn, og tað eru vit sjálvandi errin av, sigur Jan Gardar. 

 

Klaksvíkar Rotary og Inner Wheel takka øllum hjartaliga fyri stuðulin, og til ber at lesa meira um innsavningina hjá Rotary Danmark her: https://www.rotary.dk/orkanen-dorian-pa-bahamas

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá b…
Samfelagsstevnan 2025                   …
Tøkk - Rannvá Hansen
Eldrahugni í Betesda
Dokking og tolling av Smyrli
Gates mælir til broyting í veðurlagsstrí…
Almennur spurningur til samgonguna: Nær…
Hjarnar vitja Norðlýsið
Dalsenni 7.000 pund
Føroyskir badmintonleikarar gera um seg…
Allahalganna messa í Gøtu Kirkju!
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónir­nar…
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"