Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta kann vera ein fyrimynd fyri aðrar kommunur

SKRIVAÐ: Myndir: John Mortensen  |  04.10.2019 - 11:44 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað segði landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, tá hann helt røðu á Biskupstorgi, tá nýggja sjóhitaskipanin hjá Klaksvíkar Kommunu var alment tykin í nýtslu.

Røða landsstýrismansins: 

Góðan dag.

Eg skal fyrst takka fyri innbjóðingina til hetta tiltakið. Tí hetta er eitt jaligt stig, sum verður tikið í dag. Tað skal eg koma aftur til.

--

Føroyska samfelagið er í alt ov stóran mun bundin av orku uttaneftir. Meira enn 90% av orkuni, sum vit brúka, kemur úr útlondum. Vit innfluttu í fjør olju fyri 1,3 milliardir krónur. Tað er umleið tað sama, sum alt heilsuverkið kostar tilsamans!

1,3 mia. kr. í innflutningi er alt ov nógv.

---

Veðurlagsbroytingar og CO2 útlát munnu vera millum tey mest nýttu orðini í miðlunum hesa seinastu tíðina. Tað verður ført fram, at okkara búskapur ikki er burðardyggur við atliti til umhvørvið.

Landsstýrið hevur ætlanir um, at Føroyar skulu leggja um til reinorkubúskap.

Tað skulu vit, tí tað er skilagott.

Uttan mun til, hvørt man heldur veðurlagsbroytingar vera mannskaptar ella ikki. Og uttan mun til, um man heldur, at føroyska útlátið er so lítið og ger so lítlan mun, so er tað skilagott at leggja um.

Vit vita, at olja og gass í undirgrundini minka í stórum. Og vit vita, at búskapurin í fleiri londum, sum t.d. Kina, India og Brasilia, gongur skjótt framá. Tað krevur nógva orku.

Eg dugi illa at síggja annað, enn at minkandi útboðið og vaksandi eftirspurningurin fer at hava hægri oljuprísir við sær sum frálíður. Eg ætli mær ikki at gera nakra roynd at spáa um, nær hetta kann henda, tí tað er ikki tað, sum er mest avgerandi.

Orkugeirin er ein lívæðr í samfelagnum, sum má vera í tryggari legu. Vit hava fyrr sæð, at orkukreppa kann uppstanda sum snarljós frá klárum himli. Eg ætli við hesum ikki at mála nakra ræðumynd, tí vit skulu nokk klára tað eisini, um tað skuldi hent. Men tað er ongin orsøk at gambla við hesum.

Ein onnur orsøk er tilvitskan hjá brúkaranum, sum vit selja okkara fiskavørur og ferðamannaupplivingar til. Hesi eru alt meira tilvitað um burðardygd. Tey leggja seg meira og meira eftir at keypa vørur og tænastur, sum eru framleiddar burðardygt. Heldur ikki tað, vænti eg broytist kollveltandi frá degi til annan.

Men vit kunnu eins væl brynja okkum nú, meðan tíð er, heldur enn at skulu tvingast inn í tað, tá tann álvarin fer at gera vart við seg. Og tað skulu vit ikki minst tí tað í høvuðsheitum er búskaparliga skilagott at leggja um. Tað gevur góða búskaparliga meining.

Vit skulu brynja okkum til framtíðina. Vit skulu framtíðartryggja okkum á orkuøkinum.

Vit eru, sum er, í alt ov stóran mun bundin av orku uttaneftir.

At innflyta olju fyri 1,3 mia. kr. er alt ov nógv. Tað, vit skulu gera í staðin, er at gera nakrar íløgur í skipanir, sum kunnu gera, at vit kunnu gagnnýta okkara egna, reina orkutilfeingi. Hesum, sum vit hava óendaligar nøgdir av.

Tað, sum tit her í Klaksvík nú gera, við at gera eina íløgu, ið tekur hita úr sjónum, er eitt frálíkt átak. Eg vóni, at tað fer at ganga skjótt hjá tykkum at fáa gagnnýtt skipanina uppaftur meira enn nú í byrjanini, so hon kemur enn meira til gagns.

Lat meg so koma aftur til tað, eg byrjaði við. At hetta er eitt jaligt stig.

Onkur kann kanska siga, “Ger ein sjóhitaskipan í einum føroyskum býi yvirhøvur nakran sum helst mun?!” Ja, tað er júst tað, hon ger! Tí hvør einasti spardur litur av olju ger mun. Uttan mun til, um vit hugsa um umhvørvi ella vit hugsa búskap. Og vit kunnu øll gera okkara til at venda gongdini. Tað er onki øðrvísi enn uppgávan hjá USA, Týsklandi, Kina ella hvat land tað skal verða: Tað er tað einstaka fólkið og húsarhaldið, sum eisini skal gera nakað.

Eg vil rósa og takka Klaksvíkar kommunu fyri hetta framskygda átakið. Og vóna, at skipanin kemur at hepnast væl.

Hetta kann verða ein fyrimynd fyri aðrar kommunur og onnur við.

Eitt sum er so gott við felagsloysnum sum hesari er, at tað ger tað lætt hjá brúkarunum at leggja um til reinorku, tí íløgan verður lyft í felag. Tá tað er gjørt, veit brúkarin rættiliga neyvt, hvussu stórar hitaútreiðslurnar verða, og teimum nýtist tí ikki at bera ótta fyri hægri oljuprísi.

Samstundis eru vit við til at flyta Føroyar framá sum eitt reint umhvørvi.

Takk fyri og bestu eydnu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!