Lýsing
Lýsing

Óvanliga spennandi fótbóltsár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.10.2019 - 13:59 Ítrottur Leiðarin Tíðindi

Leiðarin bleiv skrivaður mánakvøldið 7. oktober: Fótbóltsárið 2019 nærkast endanum, og ikki eina løtu hevur kappingin í ár verið keðilig. Har ongin spenningur var í fjør, tí HB fór avstað við øllum og setti met, er spenningur til tað síðsta í ár, bæði tá tað kemur til føroyameistaraheitið og til europaplássini. Í niðara endanum er støðan tó ein heilt onnur.

Spenningurin í botninum er minni enn nakrantíð, men hóast alt tykist avgjørt, er tað ikki endaliga avgjørt enn. Tað er spell, at ongin uppflyting verður í ár, og hetta er avgjørt nakað, sum feløgini og fótbóltssambandið áttu at hugt at, men tað er sum um at ongin torir at taka initiativið. Tey sterku feløgini eru so sterk, at tey liggja tungt á oddasessunum í fleiri deildum samstundis, og tað tykist ógjørligt hjá B71, B68 og 07Vestur at berja seg uppundan aftur. Í fjør bert eitt pláss til uppflytara, og í ár verður helst onki.

Er tað óspennandi í botninum, sitrar toppurin av spenningi. Víkingur og NSÍ berjast sum úlvar á skóg fyri at vinna tað fjórða og seinasta europaplássið, eftir at HB hevur tryggjað sær sítt, og tvey pláss allarmest sannlíkt fara til KÍ og B36, sum liggja á tveimum teimum ovastu plássunum. Í løtuni hevur NSÍ yvirvág, og Víkingur skal møta bæði nr. 1 og 2. Men onki er avgjørt enn.

5 teir vanligu biðlarnir til FM-plássið vóru ein stóran part av kappingarárinum stavn um stavn og hava skiftst um oddasessin. Men fyrst í september segði KÍ “takk fyri seinast” við HB, sum tann 22. mai punkteraði vónirnar hjá KÍ fyri løgmanssteypinum, og kvitteraði við at varpa HB úr føroyameistarastríðnum. NSÍ hevur verið sín egni versti fíggindi og hevur verið í eini keðiligari oyðimarkargongd, sum nústandi er vend. Men tað er allarhelst ov seint.

Av teimum fimm FM-biðlunum var minst væntað av Víkingi, og tað er framvegis Víkingur, ið mest sannlíkt verður svartiper og einasta felagið av topp 5, sum fer at standa eftir við ongum. HB hevur skuffað í ár, og var tað ikki fyri at teir vunnu løgmanssteypið ímóti júst Víkingi, so hevði árið í ár verið ein katastrofa fyri sigursvandu HB’ararnar. Felagið liggur sum nr. 5 við ongum útlitum fyri heiðursmerki.

B36 hevur verið tað stabilasta felagið og liggur tí eisini sum nr. 1. Teir hava leikt eina drúgva røð av dystum uttan at tapt, hóast tað hevur verið líka við onkuntíð. KÍ hevur havt onkur keðilig úrslit, m.a. ímóti júst B36, men eru eisini heilt har frammi í oddinum saman við B36. Trý stig aftanfyri, men við einum dysti færri. Tað skal ganga nógv galið fyri annað av hesum feløgunum, um ikki sínámillum-dysturin 26. oktober verður FM-finalan.

Skal tað negativa eisini takast fram, so er tað, at kappingin enn einaferð er farin í tvey, og hesaferð er tað verri enn áður, tí niðara helvtin onki hevur at kappast um longur. Allur tann veruligi spenningurin er í ovaru helvtini. Og munurin á toppi og botni tykist ikki at minka, heldur tvørturímóti. Fyrr kundi tað meira enn so henda seg, at tey veikaru feløgini fingu gjørt teimum “stóru” fortreð – allir KÍ’arar minnast til dømis AB í 2016 –, men tað hendir so at siga ikki longur. Treyðugt so argaði Skála KÍ til ein javnleik, eins og EB/Streymur sigraði á HB, men hetta vóru einstøk upplop – åh forrestin TB sigurin móti KÍ í juni mánaða eisini, huff.

Líkt er tó tíverri til, at støðan stendur við og versnar komandi ár. Aftaná tað verða tað bert 3 lið, sum sleppa út í Europa, og tað merkir ongar UEFA-pengar til fjórðbesta felagið eftir kappingarárið 2020. So fáa vit at síggja, um hetta ávirkar til tað betra ella tað verra.

FSF hevur nógv at skriðja sær í nakkanum um til komandi kappingarár og tá lata vit landsliðsfótbóltin, sum allur, bæði vaksin og yngri, meira ella minni er í kreppu í løtuni – tað lata vit liggja hesuferð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
David Langgaard til AB
Brotin vallyfti, bringuprýðið hjá Jenisi…
Frælsishetjan Jenis
Minningarorð um Snæbjørn Hansen
Ársins leikari í gipsi komandi tíðina
Svarti fríggjadagur nærkast
Krúndiamantbrúðarparið Gretha og Levi J…
Tjóðleik­hús inn á Skálafjørðin
Fólka­flokku­rin í 2017: Viðurkennið Jerus…
Vinn eitt pláss á temadeg­num við Svend B…
Ruðuleikin í samband við menningar­kvotur…
Útróður í dag
Føroysk sendistova í Ísrael
Hesum kann KÍ møta í Champions League
Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað
Hentar og hondgjørdar jólagávur í Klaksv…
Lat djúpvatnstrolarar­nar fáa tonsini
Rósa spyr um børn og ung við álvarsligum…
Steffan spyr Kaj Leo um fosturtøkur
U21-lands­dystu­rin er avlýstur