Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kirkjubømúrurin, Mariukirkjan, Líkhús

SKRIVAÐ: Magnus Hansen, arkitektur  |  11.10.2019 - 14:02 Lesarabrøv Mentan

Skulu vit avskriva tjóðararvin? Hvat er at gera?

Útfyllingin við gróti úr Sandoyatunlinum í Lágudølum á Velbastað hevur fingið kjakið um verju av okkara stórsta mentanararvi í Kirkjubø at kykna aftur, tíbetur!

Eingin ivi er um, at landsins myndugleikar eins væl og Tórshavnar kommuna eru á vandakós við at ignorera tað fakta, at talan er bert um tíð áðrenn havið hevur máa somikið meira burtur av bakkanum niðanfyri Marukirkjuna, Múrin og Líkhús, at tjóðararvurin er horvin einaferð með alla!

Ikki einans er hetta fúl skomm, at einki tiltak verður sett í verk, men sanniliga er hetta ein politisk skarnsgerð av teim allarstørstu mótvegis okkum føroyingum og okkara eftirkomarum.

Betsi møguleiki nakrantíð er her og nú!

Avlopsgrótið úr Sandoyartunlinum er tókt. Enntá tykist alt ov mikið at vera til, so hví ikki gera tað einasta rætta og náttúrliga – at fylla út eftir skipaðum leisti út móti Hólmanum og harvið tryggja hesar antikvitetir -stórsta tjóðararv okkara- nógv ættarlið fram? Ikki við misháttum “føroyskum” brimgarðum, men við at endurbyggja part av lendinum, ið var? (Sambært serfrøðini er einki til hindurs fyri at gera undirsjóvar brimverjur, ið eru eins tryggar og teir misháttu sjónligu brimgarðarnir).

Eg brúki við vilja orðið antikvitetir, og ikki fornminni. Orsøkin er ein longri samrøða, ið eg hevði við Trónd Patursson, listarmann og Kikjubømann. Ein listarmaður í heimsklassa og ein kapasitetur, ið neyvan finst vísari ella størri tá talan er um vitan um sítt nærumhvørvið og tá serliga tjóðararv okkara í Kirkjubø.

Tróndur hevur eina definitión -eina eygleiðing- um múrin, har hann staðfestir -ivaleyst í mótsøgn til fornfrøðingarnar- at talan er um antikvitetir og ikki fornminni. Meira eg hugsi um tað, meira sannførdur eri eg um, at Tróndur hevur rætt. Talan er í veruleikan um ein katedral, ið einans manglar eina tekju, ikki sannheit?

Hvat eru so fornminni? Sambært Tróndi eru fornminni nakað, sum t.d. verður grivið fram undan lendinum, nakað sum var, nakað sum er horvið, men tó kann siga okkum søguna um ein part av fortíð okkara, eitt nú útgrevstrarnir á Sandi, Leirvík og aðrastaðni. Eisini her gevi eg honum fullkomuliga rætt.

Mín fatan er, at fornfrøðingarnar, við at veðurverja múrin, í veruleikanum einans vilja tryggja, at niðurbrótingarprosessin, forfallið, heldur fram, men verður seinkað nakað og als ikki steðgað. Og tá fáa vit (fornfrøðin!) jú um nøkur 100 ár fornminnini at arbeiða víðari við, tá múrurin er niðurdottin og horvin undir mold.

Veit ikki um mín fatan av fornfrøðini í hesum føri er røtt, men tað kundu Søvn Landsins kanska vegleitt meg og onnur um?

Og tað, at múrurin, hóast umvælingar forfellur alla somlu tíðina og fer at gera tað framhaldandi, er eingin ivi um!

Inni í múrinum, fyrst og fremst, eru ornament-listarverk, sum sambært Tróndi Paturssyni, eru einastu listarvek úr miðøld í Føroyum yvirhøvur. Skulu hesi hava loyvi at forfella, tí fornfrøðiliga faklgheitin á einu síðuni framhaldandi vil hava hetta at vera fornminni í forfalli, kosta hvat tað vil (!), meðan vit, ið hella tann vegin, at talan er um antikvitetir, meina at okkurt má og skal gerast í gjár heldur enn í dag til tess at verja og varveita dýrgripirnar?

Forrestin, hvat við teimum fornminnunum, ið Søvn Landsins, hava læst inn í parti av fjósinum á Kirkjbøgarðinum? Nær fær almenningurin loyvi at síggja hesar lutir???

 

Tórshavn 11. Oktober 2019

Magnus Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona