Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mytan um ókeypis fólkaogn til tey útvaldu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.10.2019 - 11:18 Leiðarin Tíðindi Vinna

Í einum áhugaverdum Bredda mikukvøldið 9. oktober komu Johnny í Grótinum og Hans Ellefsen, búskaparfrøðingar, inn á hugtakið fólksins ogn og gjørdu upp við seiglívaða uppáhaldið um, at “ognin hjá Føroya fólki verður latin nøkrum fáum fyri onki”, um vit væl at merkja ikki halda fast í fiskivinnunýskipanina hjá undanfarnu samgongu. 

Tað er í grundini løgið, at hendan mytan skal hava fingið gróðrarbotn. At fiskurin er ognin hjá fólkinum í Føroyum varð staðfest í 1996, og tað var tí ikki neyðugt at samtykkja tað enn einaferð í 2017. Og tey sum stívrent halda fast í, at hon verður forerd nøkrum fáum fyri onki, kunnu als ikki hava fylgt við. Longu í 2012 fingu vit tilfeingisgjald, og síðani tá hava allir rættindahavarar skulað goldið fyri brúksrættin til tilfeingið hjá Føroyum. Tað var tí heldur ikki neyðugt við fiskivinnunýskipanini frá 2017 fyri at fáa gjald frá vinnuni afturfyri rættindini at útvinna tilfeingi.

Nú øll tekin í sól og mána eru um, at fiskivinnunýskipanin verður avtikin aftur, verður aftur róð fram undir, at fólksins ogn verður avreidd til hesi somu fáu fyri onki. Men sum búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum so greitt segði í Breddanum, so er talan ikki um tað, tá har fylgja stórar rokningar við brúksrættindunum. Tí rættindahavararnir skulu sjálvandi halda áfram at gjalda tilfeingisgjald, og ætlanin er enntá at hækka tað fyri at kompensera fyri inntøkunum frá uppboðssøluni, sum helst verður avtikin skjótt. Hans Ellefsen tók undir við Johnny í Grótinum. 

At talan er um de facto avgeving av ognarrættindum keyptu teir báðir búskaparfrøðingarnir heldur ikki. Fyri tað fyrsta verða rættindini ikki frítt umsetilig; verða tey seld øðrum, skal Landskassin hava gjald av søluni. Fyri tað næsta kann man ikki skalta og valta við teimum, sum man vil. Til dømis fer brúksskylda at vera inni. Verða rættindi ikki brúkt, og landið sostatt ikki fær nakað tilfeingisgjald fyri tey, fella tey aftur til landið. Til ber sostatt ikki at bøla omaná rættindum uttan at rinda.

Fyri tað triðja kunnu tey útlendingar heldur ikki fara avstað við teimum. Verandi útlendingar fáa frið, men verður tað selt víðari til útlendingar, sum ikki eru inni nú, skulu føroyingar eiga minst 75% og útlendingarnir í mesta lagi 25% av fyritøkunum, brúksrættindini verða seld til.

Hyggja vit so at fiskivinnunýskipanini hjá undanfarnu samgonguni, so hevði hon sanniliga eisini rullandi loyvi inni. Størsti parturin av tilfeinginum, knapt 80% vóru júst 8-ára rullandi loyvi. Hvussu ein kann fáa tað, at loyvini nú verða rullandi í 10 ár í staðin til, at nú verður alt givið til nøkur útvald, er ein gáta. Veruliga munurin á fiskivinnunýskipanini og politikkinum hjá ABH er bert, at rullandi loyvini fyri nógv tann størsta partin av tilfeinginum, verða longd við tveimum árum. Ongin kollvelting har.

Hinvegin var trupulleikin við menningarkvotunum júst, at móttakararnir kundu liggja oman á kvotunum uttan at gaggnýta tær. Fyri árið 2018 vórðu einans 17% av menningarkvotunum fiskaðar. Nógv tann størsti parturin varð ikki fiskaður, og skuldi tí heldur ikki gjalda nakað tilfeingisgjald.

Fiskurin er javnt og samt fólksins ogn. Tað eru øll samd um. Øll eru eisini samd um, at reiðaríini skulu gjalda fyri rættindini, og tað fara tey eisini framhaldandi at gera. Tí áttu atfinnararnir at givist við at endurtaka upp í saman, at ”ogn Føroya fólk verður latin nøkrum fáum fyri onki”. Tí tað er falstíðindi ella ”fake news”, og vit eiga í felag at upplýsa fólk um veruleikan. Og veruleikin er, at brúksrættindi fara at verða latin afturfyri tilfeingisgjald. Stutt og greitt.   

 

Leinkja til sendingina Breddin frá mikudegnum 9. oktober

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund