Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu hava eina veðurlagslóg

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.10.2019 - 18:08 Politikkur Tíðindaskriv

Vit mugu seta okkum greið og ítøkilig mál á umhvørvisøkinum, sum skulu røkkast innan eitt ávíst áramál. Tað eiga vit at gera við eini veðurlagslóg, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum í dag hevur sent landsstýrismanninum við orku- og umhvørvismálum ein fyrispurning.

Undanfarna landsstýrið hevur við París sáttmálanum samtykt at minka um føroyska CO2 útlátið við 45% fram til 2030. Hetta fyri at halda økingini í alheimshitanum undir 2 hitastig í mun til áðrenn ídnaðarsamfelagið. Veðurlagsvísindafólk eru á einum máli um, at hetta er eitt absolutt minstakrav. IPCC frágreiðingin, sum veðurlagspanelið hjá ST gav út í 2018, vísti, at sjálvt ein øking á 1,5 hitastig fer at hava ógvusligar broytingar við sær í mun til bæði veðurlag og margfeldi.

Altjóða felagsskapurin, IMO, hevur harumframt sett sær sum mál, at í 2050 skulu dálkandi evni frá skipum verða minkað við í minsta lagi 50%. Umhvørvisstovan boðaði í farnu viku frá, at samlaða útlátið úr Føroyum frá 2017 til 2018 øktist góð 12%, um alt er tikið við. CO2 útlátið er vaksið á hvørjum ári síðan 2011. Seta vit ikki ítøkilig átøk í verk fyri at minka um útlátið, megna vit hvørki at halda okkum til málini hjá IMO ella París sáttmálan, og tí hevur Ingilín Didriksen Strøm í dag sent landsstýrismanninum við orku- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, ein fyrispurning.

-    Ein háttur at tryggja, at ítøkilig átøk verða sett í verk, er at gera eina veðurlagslóg eins og tann, sum er í umbúna í Danmark í løtuni1. Eina veðurlagslóg, sum inniheldur nágreiniligar útrokningar, tíðarásetingar og ætlanir. Ein slík lóg hevði somuleiðis tryggjað umhvørvisátøk tvørtur um valskeið, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerkingunum.

 

Les meira her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/911/009.19.%20Spurningur%20til%20H.%20Abrahamsen%20fra%20I.D.%20Strom%20-%20vedurlagslog%20og%20CO2%20utlat.pdf

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…