Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í 1930unum vóru fleir ár við lítlum og ongum regni á preriuni í USA, nevnt Dust Bowl. Niðurseturfólk í Colorado, Oklahoma, Kansas og Texas vóru noydd at rýma frá húsi og heimi og finna sær eydnuna aðrasteðs. Hesar broytingar í veðurlagnum vóru ikki tær einastu hetta tíðarskeiðið. | Mynd: usatoday.com

Veðurlagsbroytingar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.10.2019 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Veðurlagið í Norðuratlantshavi hevur verið skiftandi alt tað, fólk vita um.

Mátingar vísa, at hitalagið gongur spakuliga uppeftir, men tær vísa eisini, at hitin í sjónum í stórum partum av norðara parti av Atlantshavi er skiftandi. Hann gongur eitt sindur upp og eitt sindur niður.

Norskir og amerikanskir veðurfrøðingar hava lagt til merkis eitt 70-ára sveiggj í hitanum í sjónum. Tey 40 árini ímillum 1925 og 1965 var havið eitt sindur heitari. Eftir tað var eitt sindur kaldari í eini 30 ár, men síðan 1995 hevur aftur verið eitt sindur heitari.

Viðing í trøum (ár-ringar) í bæði Evropa og í USA eru kannað í hesum sambandi, og her sæst greitt, at broytingarnar í hitanum í sjónum hava havt ávirkan á hitalagið í Evropa í nógvar øldir. Broytingin í hitanum í sjónum er tí sett saman við broytingar í veðurlagnum ymsastaðni kring allan heim.

Tá ið Norðuratlantshav er heitari, er Suðuratlantshav kaldari – og øvugt, tá ið Suðuratlantshav er heitari, er Norðuratlantshav kaldari.

Í stórum partum av Norðuramerika hevur regnað eitt sindur minni, tá ið hitin í sjónum í Norðuratlantshavi hevur verið eitt sindur høgur. Eitt dømi er turkurin á preriuni í USA í 1934-1940, nevnd dust-bowl – tá ið stór øki vórðu løgd í oyði av vantandi regni. Í øðrum støðum í USA og aðrasteðs hevur tað regnað meira, tá ið hitin í sjónum hevur verið eitt sindur høgur.

Eitt annað eru tær tropisku ódnirnar, sum herja USA og onnur lond har vestri eftir hásummar. Tær taka seg upp yvir Atlantshavi, vestan fyri Afrika. Í árum við høgum hita í sjónum hava ódirnar verið fleiri og ógvusligari. Tá ið hitin hevur verið lægri, hava ódnirnar verið færri og ikki líka ógvusligar.

Í 70unum og í 80unum, tá ið hitin í sjónum var eitt sindur lægri, vóru eitt sindur færri tropiskar ódnir. Í 90unum gjørdust tær eitt sindur fleiri og ógvusligari – eftir at hitin í sjónum var hækkaður eitt sindur. Tað ringasta árið higartil – í ár ikki roknað uppí (2019) – var 2005. Tá vóru 15 tropiskar ódnir yvir Atlantshavi, og 4 av teimum vóru í kategori 4! Ein av teimum var Katrina, sum legði New Orleans í oyði.    

Í árum við høgum hita í sjónum regnar meiri í Evropa og í øðrum støðum, t.d. í Sahel-oyðimørkini í Afrika. Í Brasilia er turrari enn vanligt. Í økinum kring Norðpólin er minni ísur í havinum, og monsoon-regnið í India er minni.   

Vísindafólk hava kannað, hví hitin í sjónum í partum av Norðuratlantshavi broytist. Einki greitt svar er, men ábendingar eru, at m.a. broytingar í havstreymum gera sítt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul