Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Útbyggingin gevur Fjallafípuni enn betri karmar - eitt týðandi framstig

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2019 - 21:06 Tíðindi

- Eg eri errin av at standa her í dag og vera partur av hesari móttøku, tí hetta er veruliga gott og avgjørt í tráð við tað, at tað er sera týdningarmikið, at vit sum kommuna skapa góðar karmar og umstøður fyri okkara børn, og at dagstovnaøkið verður raðfest høgt, segði Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini, tá nýggi skálin í Fjallafípuni varð tikin í nýtslu.

Mánadagin kl. 15 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri móttøku í nýggja skálanum í útibarnagarðinum Fjallafípann, har børn og foreldur millum annað fingu gott undirhald og høvdu tað stuttligt saman við klovninum Bubu afturvið sunkist og einum søtum bita.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna, bóru fram heilsanir, og eisini sang unga Teresa nakrar barnasangir saman við pápa sínum, Heina Ziska Dahl, sum spældi undir.

 

Týðandi at skapa góðar karmar

Beinta duldi ikki fyri, at hon var errin av at vera partur av hesi útbyggingini, sum gevur stovninum sera góðar karmar at virka undir.

- Hetta er veruliga gott og avgjørt í tráð við tað, at tað er sera týdningarmikið, at vit sum kommuna skapa góðar karmar og umstøður fyri okkara børn, og at dagstovnaøkið verður raðfest høgt. Tað er ongin loyna, at vit eru eftirbátar á hesum økinum, og fleiri stovnar krevja ábøtur, og tað skal gerast nakað við tað. Henda íløga er eitt týðandi stig á leiðini.

- Her eru góðir møguleikar fyri at skapa eina góða yvirgongd frá stovni til skúla fyri øll børnini. Her er eisini møguleiki fyri at skipa dagliga virksemi í smærri eindum, eins væl og tað ber væl til at gera nakað felags. Fantastiska uttanumøkið, sum bjóðar børnunum og teirra hugflogi av, er jú beint uttanfyri dyrnar, og tað er jú ein týdningarmikil brikkur í gerandisdegnum á einum útibarnagarði.

- Eg ímyndi mær, at her koma børn og vaksin at trívast, og eg ivist ikki í, at Fjallafípan fer at umfevna hesa nýggju eindina líka væl, sum Fjallafípan sjálv bleiv umfevnd av umstøðunum herúti, tá tað virksemið byrjaði.

- Fjallafípan er kend fyri at gera eitt sera gott arbeiði, og tað hoyrist, bæði tá man tosar við børn og vaksin, at tað er nakað serligt, nevndi Beinta Klakstein millum annað í røðu sínari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper