Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Venjarafelag Føroya

Aleksandar Djordjevic ársins venjari í kvinnudeildini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.10.2019 - 00:32 Ítrottur Tíðindi

KÍ-venjarin fekk heiðurin frá sínum starvsfeløgum.

Venjarafelag Føroya skrivar soleiðis:

Fótbóltsárið hjá kvinnunum var eitt sindur spennandi áðrenn kappingina. Í tvey ár hevði EB-Streymur/Skála sitið á trónini, men stórar broytingar hjá júst EB-Streymi/Skála høvdu við sær, at KÍ, HB og ÍF/Víkingur/B68 tevjaðu møguleikan. Leingi lá ÍF/Víkingur/B68 væl fyri, men tá KÍ vann avgerandi dystin millum liðini 3-0 tann 7. august, tá tóktist meistaraheitið meira ella minni avgjørt.

Maðurin, sum stóð á odda fyri besta kvinnuliðnum, hevur vunnið meistaraheitið heilar níggju ferðir: 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014 og aftur nú í 2019. Hetta er samstundis aðru ferð, at Aleksandar Djordjevic er farin við heiðurinum hjá Føroya Venjara Felag.

Djordjevic skifti í 2015 til felagsliðið AB/B36, og vendi í 2018 aftur til KÍ. Hansara unga lið hevur nú ment seg til at leggja seg ovast aftur og venjarin hevur eisini undirskrivað sáttmála fyri komandi ár.

Vit ynskja Aleksandar Djordjevic hjartaliga tillukku!

Ársins venjari hjá kvinnum:

2011: Erik E. Nielsen (KÍ)
2012: Allan Dybczak(HB)
2013: Poul Grunnveit Olsen (EB-Streymur/Skála)
2014: Alexandar Djordjevic (KÍ)
2015: Poul Grunnveit Olsen (EB-Streymur/Skála)
2016: Alexander Jovovic (KÍ)
2017: Erik Nielsen (EB-Streymur/Skála)
2018: Mathias Davidsen (EB-Streymur/Skála)
2019: Alexandar Djordjevic (KÍ)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja