Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar sjúkrahús hevur tikið nýtt, dagført tól í nýtslu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.10.2019 - 13:16 Mentan Myndarøð Tíðindi

Talan er um eitt tól til urologiskar kanningar og skurðviðgerðir. Við øðrum orðum, er tólið ætlað sjúklingum, ið hava illgrunað um sjúku í landrásini.

Í einum tøttum samstarvi við Jóhan Poulsen, sergreinaábyrgdarhavandi yvirlækna og visitator fyri urologi í Føroyum, hava starvsfólkini á skurðdeildini fingið nágreiniliga frálæru og vitan um fyrimunir og dygdir tólið veitir sjúklingum, ið skulu kannast hvar illgrunið er um krabbamein í landsrásini.

Tólið gevur møguleikar hjá læknunum beinleiðis at síggja kyknubroytingar í eitt nú bløðruni hjá sjúklingum við skanningini. Hetta gerst við, at bløðran verður upplýst við NBI (optisk filter teknologi), ið hevur við sær, at tólið sær eitt nú kyknubroytingar, sum ikki kunnu síggjast við vanligum ljósi.

Tá Norðlýsið vitjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag, komu vit beint í frálæruna, ið starvsfólkini á skurðdeildini fingu um nýggja tólið.

Jóhan Poulsen arbeiðir regluliga á Klaksvíkar sjúkrahúsi og tekur sær av øllum skurðviðgerðum innan økið. “Hann hevur havt sína dagligu gongd á sjúkrahúsinum síðan 1972 og vit síggja fram til mong ár aftrat,” siga tey á Klaksvíkar Sjúkarahúsi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir