Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vælkomin til kaffi í dag 23. oktober

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.10.2019 - 10:42 Myndarøð Tíðindi Vinna

í dag er dagurin, tá Bil og Dekkverkstaðurin lat upp í Klingrugarði fyri neyvt 20 árum síðani. Í tí sambandi hava vit opið hús allan dagin og øll eru vælkomin til ein kaffimunn og tilhoyri!

John Heinesen, stjóri á Bil og Dekkverkstaðnum sigur, at nú tað eru liðin 20 ár síðani at feðgarnir báðir, John og Byrger byrjaðu í Klingrugarði vilja teir saman við familjuni bjóða øllum hjartaliga vælkomnan inn á gólvið í Klingrugarði til kaffi og at síggja framkomna bilverkstaði.

Vit gera alt innan umvælingar av bilum, bæði tá talan er um tekniskar feilir, plátuarbeiði og ikki minst hava vit eina sera framkomna sproytukabinu.

Sjálvur lærdi eg hjá Shell á sinni fyri mongum árum síðani, við Líggjasi í Gøtu sum lærumeistara, men nógv vatn er runnið í ánni síðani tá.

Eg og pápi byrjaðu við Essostøðini við Nólsoyar Pálls Gøtu, sum vit seldu tíðliga í 90-unum og 23. oktober í 1999 byrjaðu vit so her í Klingrugarði í tá nýggja framkomna verkstaðnum.

Hetta hevur verið ein spennandi tíð, eg haldi at eg kann siga, at tað hevur gingið væl hjá okkum. Hóast skiftandi tíðir, so hava vit alla tíðina havt nóg mikið av arbeiði.

Vit hava eisini sæð tað neyðuga í at fylgja við tíðini og at uppdaterað okkum til tað, sum umvælingar og annað arbeiðið við bilum hevur kravt.

Seinasta skotið á stammuni í so máta, er sproytukabinan, sum vit settu upp her fyri einum ári síðani. Tað var eitt ódnartak, tí ein slík kabina, sum líkur øll nútíðar krøv er sera kostnaðarmikil. Men vit eru glaðir fyri íløguna, tí hon hevur rigga avbera væl.

Eisini eru vit teldutøknuliga væl útgjørdir til nærum øll bilmerkir.

Eg haldi at eg kann siga, nú vit í morgin fara at hátíðarhalda 20 ára dagin síðani vit byrjaðu í Klingrugarði, at vit hava ein bilverkstað, sum líkur øll krøv bæði frá tí almenna og frá viðskiftafólkum okkara.

Tit eru øll vælkomin inn á gólvið í dag 23. oktober, sigur John Heinesen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur