Lýsing
Lýsing
Lýsing

Helgi lættir um atgongdina til spritt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2019 - 15:43 Tíðindi Vinna

Nú verður lættari hjá íverksetarum at fáa atgongd til ethanol til rúsdrekkaframleiðslu. Tað ætlar Helgi Abrahamsen, vinnumálráðharri, ið hevur sent eina kunngerð til ummælis um lættari atgongd til reint ethanol. Ethanol er nevniliga nærum 100% reint og verður brúkt sum basis í allari rúsdrekkaframleiðslu, har alkoholið verður tilsett aftaná. Tilsamans verður alkohol, sum svarar til einar 1.000-1.100 fløskur av brennivíni, loyvt íverksetarum at innflyta.

Til hvørja framleiðslu verður nevniliga loyvt at innflyta tilsamans 400 litrar av reinum ethanoli, og krøvini til at kunna fara undir sjálva framleiðsluna eru ikki hørð. Bert er neyðugt at hølini eru góðkend av brunamyndugleikunum, tí ethanol er nevniliga eldfimt tilfar. Men eydnast íverksetanin so mikið væl, at farast kann undir kommersiella framleiðslu við sølu fyri eyga, verða krøvini beinanvegin harðari. Tá skulu somu krøv til framleiðslu lúkast, sum núverandi virkir mugu lúka sambært ásetingunum í Rúsdrekkalógini.

Tað er ikki langt síðani at tað als ikki varð loyvt at framleiða rúsdrekka sterkari enn øl í Føroyum, og tá varð føroyskt vatn fraktað til Íslands at verða tilsett alkohol og so fraktað yvir um hav aftur. Hetta var sera tvørligt, og lætt er nú munandi um hjá framleiðarunum. Kunngerðin hjá Vinnumálaráðnum hevur serliga til endamáls at lætta um hjá teimum nýggju íverksetarunum, ið hava í hyggju at fara undir rúsdrekkaframleiðslu, uppá sikt við sølu fyri eyga. Vinnumálaráðið sigur, at lagt verður fyrst og fremst upp til, at íverksetararnir menna nýggj sløg av rúsdrekka.

Tey sum minnast tíðina frammanundan Einkarsølan kom í 1992, minnast helst eisini fløskurnar við Finspritti. Hetta var rúsdrekka við 96% alkoholi, ið var alt ov sterkt at drekkast bert, og sum tí varð blandað við eitt nú sodavatni. Tá kundu privatpersónar bíleggja tílíkar fløskur. Nú verður tað so aftur loyvt, ikki føroyingum sum heild, men íverksetarum sum ætla sær í holt við royndarframleiðslu, at innflyta rúsdrekka av somu styrki aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…