Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í muni til forsøgnina her á Norðlýsinum í gjár, so kann væntast eitt sindur meiri vindur til dystin í morgin og 1-2 stig heitari. | Mynd: StadiumDB.com

Dystarveðrið í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.10.2019 - 10:37 Tíðindi Veðrið

Nú er bert eitt samdøgur eftir – gott og væl – til dystin í morgin. Hvussu verður at standa ella sita og hyggja at fótbólti í Gundadali?

Alt snýr seg um hvønn vegin eitt lágtrýst fer tvørtur um Føroyar eystureftir. Bert ein lítil broyting, so broytist veðrið nógv.

Í gjár varð spátt her á portalinum hjá Norðlýsinum, at áskoðararnir í Gundadal kundu vænta sær 7 til 12 m/s av norði ella eysturhallum norði – saman við ælaveðri (regni ella møguliga vátakava).

Í dag spáa vit, at vindurin verður eitt sindur meiri – 10 til 15 m/s av norði ella eysturhallum norði – saman við regni – onkur løta turr. Hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Sambært sera, sera, sera vælvitandi keldum í Havn, so er norðan ella eysturhallur norðan allarbesta ættin í Gundadali. Vindurin fer tó at merkjast eitt sindur, men tað verður meiri enn so spælandi, sigur keldurnar, ið vilja vera ónevndar (teir halda við B36!). Tað truplasta at siga frá veðrinum í morgin er avfallið – hvussu nógv regn ella ikki.

Men vit fáa at síggja.

Næsta dagføring verður um middagsleitið í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…