Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Um eftirskúlar í Danmark og í Føroyum

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  28.10.2019 - 08:19 Bloggur Mentan

Ein høvuðsorsøkin  til at so nógvir næmingar í 8. og 9. og í ein ávísan mun eisini 10. flokki í Danmark velja eftirskúlarnar er, at hesir skúlarnir eru so fjølbroyttir, og venda sær til tørvin, áhugan og førleikan, ella væntandi førleikan, hjá teimum ymisku næmingunum. Eftirskúlarnir eru, mótvegis danska fólkaskúlanum, skræddarsseymaðir til tørvin, áhugan og førleikan hjá teimum einstøku næmingunum, og ikki ein skúli fyri øll.

Eftirskúlarnir eru partur av skúlahugsjónini hjá Christial Kold, sum mótvegis Grundtvíg, var av teirru áskoðan, at næmingarnir skuldu halda fram í skúlanum longu sum 14 ára gamlir – Grundtvig helt at tey skulu bíða til tey høvdu fylt 18.   Fyrsti skúlin var settur á stovn í 1879, og tað var upprunaliga í Suðurjútlandi, at skúlarnir festu rót, tí áðrenn 1920 gingu donsk børn sunnanfyri Kongeåen jú í týskum skúla, og sluppu ikki at læra ella tosa danskt í skúlanum. Danskt sinnaðu suðurjydanir fóru tí at senda børn síni á eftirskúla, fyri at tey har kundu læra danskt mál og danska mentan. Seinni fingu eftirskúlarnir fótafesti kring alt landið.

Sum falleraður eftjrskúlaleiðari kom eg eina stutta tíð nógv saman við øðrum donskum eftirskúlaleiðarum. Hesir søgdu fyri mær, at tað var vónleyst at hava éin føroyskan eftirskúla, tí tað sum eyðkennir eftirskúlarnar og sum heldur teimum gangandi, er teirra fjølbroytni - tað at hvør einstakur skúli hevur sín heilt serliga profil.

Skúlarnir skulu sjálvandi fylgja krøvunum til fráfaringarroynd danska fólkaskúlans. Men, annars so bjóða skúlarnir seg framm á sínum heilt serligu økjum. Her eru skúlar fyri orðblind børn, skúlar fyri børn ið hava illt við at fylgja við í fólkaskúlanum, skúlar fyri børn við atferðartrupulleikum, og skúlar fyri børn ið eru sera bókliga dugnalig.  Har eru skúlar fyri børn, ið dýrka ymiskar ítróttar greinir, skúlar fyri børn vi serligum tónleikagávum, skúlar har dentur verður lagdur á handarbeiði, og so framvegis. Tað er næstan ikki tann lærugrein ella tørvur, ið skúlarnir ikki taka sær av. Týskarnir norðanfyri núverðandi markið hava sín Nachschule Tingleff.

Her eru eisini skúlar ið hava eina ávísa politiska ideologi, og her er ein  hópur av kristnum eftirskúlum. Men, um tú sendir barn títt á ein kristnan eftirskúla í Danmark, so veitst tú hvønn profil skúlin hevur, um tað er ein indremissiónskur skúli, ein Luthersk missiónskur skúli, ella um skúlin verður rikin av Dansk Baptist Samfund ella Dansk Missionsforbund, og so framvegis. Muslimanir hava søkt um at fáa sín egna eftirskúla - um tað hevur eydnast teimum, veit eg ikki í skrivandi stund.  Men, tú veitst hvat tú sendir barnið til!

Tað hevur leingi verið í umbúnað at stovna eftirskúla í Føroyum. Tað eydnaðist ikki at fáa nóg mikið av næmingum til skúlan í Suðuroy ár, og nú er so ætlanin at lata upp ein annan eftirskúla í Skálavík til næsta skúlaár. Umstøðurnar í Suðuroy kenni eg ikki, men umstøðurnar í Skálavík kunnu neyvan verða betur, og Sandoyggjin hevur tann fyrimun, at hon liggur nærri meginøkinum.

Eg veit heldur ikki hvønn profil skúlin i Suðuroy bjóðar, men skúlin í Skálavík verður róptur ein ”kristeligur eftirskúli”, og sum fólkini handan stovnanina síggja út, so verður talan um ein skúla, ið verður rikin i andanum hjá fríkirkjunum.  Brøðrasamkoman og hinar fríkirkjunnar hava sama rætt, sum øll onnur, at stovna og reka ein slíkan skúla, og vónandi eydnast tað teimum!

Men, her verður so talan um ein skúla, ið verður rikin í einum anda, sum er tann kristni profilurin hjá einari ávísari, ella ávísum samkomum. Tað er eisini heilt í lagi! Men so er bara at siga sum er beinanvegin. Tí hóast fólkakirkjan stundum tykist at vera nógv útvatnað  á økinum, so er tað kortini munur á lutherskum og á calvinistiskum kristindómi.  Hesi kunnu trívast væl í sátt og semju hvør í sær, men neyvan undir sama taki. Tað er meira kristiligt, erligt og heiðurligt at viðganga sínar ymisleikar, enn bara at tiga teir burtur; og tað er eisini treytin fyri góðari sátt og semju, at vit viðurkenna at vit eru ymisk!

Hóast eg eri av teirri fatan, at fólkaskúlarnir í Norðureuropa eru ein Guðs gáva til tjóðirnar, tí teir sameina fólkið á ein heilt serligan hátt, so viðurkenni eg samstundis, at stórur tørvur er á alternativum skúlatilboðum, eisini í Føroyum.  Føroyski fólkaskúlin rúmar ikki øllum næminginum, við teirra heilt serligu førleikum og teirra heilt serliga tørvi.

Men, bara ein ella tveir eftirskúlar eru helst ikki nóg mikið til at lúka tørvin á alternativum skúlatilboðum í Føroyum. Tveir eftirskúlar høvdu kortini verið eitt stórt frammstig í mun til verandi støðu! Tí eru tilboðini frá donskum eftirskúlum enn viðkomandi fyri føroyskar næmingar.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…