Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torbjørn Grytten heldur neyvan fram í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.11.2019 - 12:06 Ítrottur Tíðindi

Hann var eyðsýndur, tá hann spældi, men skaðar argaðu eisini.

24 ára gamli Torbjørn Grytten úr Noreg kom til KÍ undan hesum kappingarárinum. Skaðar gjørdu, at hann ikki spældi so nógv. Torbjørn spældi 499 minuttir, men vísti seg at vera effektivan. Hann skoraði trý mál og legði upp til fýra mál hesar minuttirnar og var KÍ-leikarin við bestu tølunum í mun til minuttir pr. málstig. M.a. spældi hann hann høvuðsleiklut, tá KÍ vann týdningarmiklan 3-1 sigur á HB við einum máli og einum uppleggi. Men Torbjørn væntar ikki, at hann heldur fram í KÍ.
- Eg fari aftur til Noreg nú at leita eftir einum felagi. Um tað ikki eydnast, so eru allir møguleikar opnir. Tað hevur verið eitt ''unikt'' upplivilsi í Føroyum. Fólk hava tikið sera væl ímóti okkum, og vit hava havt tað gott sosialt. Persónliga, so havi eg verið eitt sindur ov nógv skaddur, men eg føli, at eg eg havi givið aftur, tá eg havi verið frískur. Tað var sera stuttligt at kunna verið við til at vinna FM fyri KÍ aftur. Ein uppliving, sum eg aldrin fari at gloyma, sigur Torbjørn Grytten við Norðlýsið.

 

Sostatt legst hann mest sannlíkt afturat frágongdini, sum frammanundan telir Simen Sandmæl, Darius Lewis og Semir Hadzibulic.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu