Glógvandi dropin úti á Bø
Alla Halganadag var Norðlýsið úti í Svínoy. Túrurin var ætlaður til hátíðarhaldið har, tá vit mintust okkara mongu, ið hava mist lívið á sjónum.
Sum vera man, fjakkaðu vit víða um hendan dagin og fingu myndir, sum vit leggja út niðanfyri.
Bygdin er ikki væl manna. Tá vit spurdu um hvussu nógv fólk búðu her um veturin, var svarið átta. Um hetta er heilt beint, skulu vit ikki halda fast um, men onki er at ivast í, at talið er á leið.
Tað eru tó rembingar í bygdini, eitt av átøkunum er smoltstøðin, ið nú mennir rognkelsir, sum alingin skal brúka at halda lúsapláguna niðri.
Men eitt klípið er eisini minnisvarðin við “døggdropanum”.
Eg valdi at taka nakrar myndir frá ymiskum vinklum av hesum annarleiðis minnisvarða, sum Edward Fuglø so meistarliga hevur “loyst úr lagdi”. Hetta er ein minnisvarði, ið myndatól mítt ikki megnar at endurgeva nóg væl, hann má upplivast, men kanska kunnu hesar myndir vera brellbiti hjá onkrum, til at hætta sær túrin út í Svínoynna at uppliva hetta meistarverk Edwards.
Niðanfyri eitt kut úr røðuni, sum Edward Fuglø helt, tá minnisvarðin var avdúkaður:
—-
Skjótt hugsaði eg um havið, sum hevur givið okkum føroyingum so nógv, men so sanniliga eisini tikið.
Tilfar og skap á minnisvarðanum skuldu tillagast hvørt øðrum fyri at undirbyggja hugsjónina um hav og vatn.
Og tilfarið bleiv speglpolerað stál, sum tamt í rundar formar, kann síggja út sum vatn og sum speglar bæði himmal og jørð, og alt har ímillum.
Nágreiniliga skapið á minnisvarðanum er ein døggdropi, sum ofta sæst í bønum tíðliga á morgni ella eina summarnátt sum náttardøgg.
Hesin døggdropin er so, myndaliga tala, lagdur undir sjóneyku og liggur nú ovurstórur her í bønum.
Tá ið vit hyggja nærri at hesum døggdropanum, sum eins væl kundi verið ein dropi í havinum ella kanska eitt tár, gera speglingarnar at ein heilur heimur letur seg upp í rundaða stálinum.
Ein vatn-sfera.
Serlig skap koma til sjóndar í stálinum: ein fevnandi vongur, bylgjur og borðini á einum føroyskum báti, ella hvat nú letur seg upp fyri tí einstaka.
Innan list kallast eitt hugtak Land Art.
Landslagið og umhvørvið spæla tá ein tíðandi leiklut saman við listini, og er tað eisini galdandi her.
Dropi í lívsins havi liggur á einum lítlum teigi í bygdini við býlinginum Úti á Bø í baksýni.
Lendið er so óviðgjørt sum møguligt fyri at styrkja kontrastina í millum tað heimliga og so hetta fremmandalikam, ið komið er her at liggja.
Minnistalvan er gjørd í strongum skapi og úr skornum føroyskum gróti, sum er mattslípað.
Og soleiðis spælir matta talvan upp ímóti runda og blanka dropanum.
Heildarmyndin ella konseptið, tað við at staðseta, ella goyma kundi man eisini sagt, ein slíkan gimstein á eini fjarðari útoyggj í Føroyum, spælir eisini ein stóra leiklut.
Hesin dropin liggur ikki á alfaravegi, tú mást á ferð, vilt tú finna hann.
Sjálvandi er minnisvarðin fyrst og fremst ognaður teimum, sum eru nevnd á minnistalvuni.
Hóast hetta, so útilokar Dropin ikki hin einstaka ella fremmanda, sum helst eisini hevur mist ella ber onkra sorgina.
Tá ein so vitjar her ein vanligan dag, meira ella minni í einsemi, dvøljandi og reflekterandi við minnisvarðan, verður ein í spegilsmyndini av sær sjálvum kanska mintur á at ein, tá alt kemur til alt, kanska ikki er so nógv meira enn ein dropi í lívsins havi.
Minnisvarðin er eitt verk sum umboðar sorgina, men í sorgini býr eisini vónin, og sjálvt um onkur ikki kom aftur, men hvarv í dýpinum, trúgva vit at hesin er fevndur av stóra altinum ella komin í aðra trygga havn.
Og so eru bert minnini eftir, tey mangan dýrabæru minnini, ið eru at líkna við glógvandi gimsteinar, sum ein ber við sær á lívsleiðini.
Eins og her í Svínoy, í bygdini sum var, í bygdini sum er, og í bygdini sum fer at verða - bar, ber og fer hon nú at bera minnini við sær í glógvandi dropanum á teiginum Úti á Bø.