Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stefan í Skorini er stjóri í Føroya Reiðarafelag | Mynd: kvf.fo

Uppskotið veitir fiskivinnuni tryggar langtíðarkarmar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.11.2019 - 19:35 Politikkur Vinna

Føroya Reiðarafelag tekur sum heild væl undir við lógini um sjófeingi hjá samgonguni. Vit prenta teirra høvuðsviðmerkingar. Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) kemur til 1. viðgerð á tingfundinum hósdagin 7. november

 

Í fyrsta umfari verður mett, at uppskotið veitir fiskivinnuni tryggar langtíðarkarmar, sum hevur verið eitt ynski frá Reiðarafelagnum í longri tíð. Tí er eisini týdningarmikið, at skipanin kemur at virka frá ársbyrjan. Hetta fer grundleggjandi at skapa eitt grundarlag fyri nýggjum íløgum í flotan, ið tíverri ikki hevur verið endurnýggjaður í sama mun, sum flotin í okkara grannalondum hevur verið. Reiðarafelagið tekur tískil undir við, at uppskotið verður samtykt við ávísum broytingum.

Reiðarafelagið hevur sum meginreglu ikki mett, at uppboðssøla er ein skynsamur háttur at útluta og býta kvotur. Hetta er framvegis felagsins meting, og aðrir útlutingarhættir áttu at verið umhugsaðir í hesum sambandi.

Viðvíkjandi uppsøgn av rættindum kunnu hesi sigast upp við 10 ára freist. Reiðarafelagið hevur áður skotið upp, at rættindini hava eina gildistíð uppá minst 12 ár, eins og skipanin er fyri tey einstøku aliloyvini, ið vanliga eru galdandi í 12 ár.

Brúksskyldan er nú herd í mun til galdandi lóg um fyrisiting av sjófeingi. Uppskotið sigur, at um veiðiloyvi og fiskiloyvi, sum ikki hava verið gagnnýtt við tí í loyvinum nevnda fiskifari í tvey ár á rað, fella aftur til landið. Í núverandi lóg er hendan brúksskyldan trý ár, eftir at hon fyrst var tvey ár. Hendan brúksskyldan er tí fyrst linkað og verður nú herd aftur. Hetta átti at verið broytt aftur til trý ár, tí at hetta kann eggja til fíggjarliga óskynsaman fiskiskap fyri at reiðarí kunnu varðveita ávís rættindi, sum møguliga kunnu gerast áhugaverd seinni.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá fiskiflotanum, manningarfeløgunum, Havstovuni og Fiskimálaráðnum kom á vári 2019 ásamt um eina umsitingarætlan, ið eftir ætlan skuldi koma í gildi frá 2020. Heitt verður á landsstýrismannin um at seta hesa umsitingarætlan í verk, soleiðis at hon kann koma at virka frá ársbyrjan 2020.

Mett verður, at tað hevur týdning, at føroyskur fiskur kann fáa tær umhvørvisgóðkenningar, ið marknaðurin krevur. Um føroyskur fiskur kann fáa hesar góðkenningar er sannlíkt, at meira av hesum fiski kann virkast í Føroyum og fáa ein betri prís á marknaðinum.

Ásetingin av fiskidagatalinum verður framd við lóg í hesi lógini, og sum skilst skal landsstýrismaðurin áseta fiskidagarnar í kunngerð frameftir. Hesum tekur Reiðarafelagið undir við, og fiskidagatalið eigur at vera óbroytt í 2020. Nakrar broytingar verða gjørdar, har tann sonevndi buffarin verður avtikin, men óbrúktir dagar ístaðin verða fluttir frá 2019 til 2020 at brúka sum felagsdagar hjá hvørjum einstøkum bólki.

Reglurnar um miðsavnan fyri bólkarnar í heimaflotanum eru møguliga ov strangar, og tí átti landsstýrismaðurin at umhugsa møguleikan fyri, at markið, sum í dag er 20 prosent av tillutaðu fiskidøgunum, kundi verið hækkað nakað. Hetta hevði loyvt eini størri rationalisering í heimaflotanum, sum kundi verið til fyrimuns fyri reiðaríini.

Ásetingarnar um uppboðssølu av veiddum fiski verða linkaðar, og hesum tekur Reiðarafelagið undir við.

Nú skotið verður upp, at føroysk fiskiskip aftur fáa tryggari langtíðarloyvi at reka sítt virksemi er hugsandi, at fleiri reiðarí umhugsa at byggja nýggj skip til føroyska flotan. Føroysk reiðarí hava tíverri aftrað seg við at gera íløgur vegna ótryggar umstøður kring virksemið í fiskivinnuni. Tískil áttu føroyskir myndugleikar at umhugsa, hvørjar skipanir kunnu eggja til bygging av nýggjum skipum.

Tveir møguleikar kunnu nevnast her. Annar er, at í løtuni kann landið stuðla skipasmíði við 8 prosentum, og hendan skipanin kundi verið eftirmett, soleiðis at hon kann nýtast til bygging av føroyskum skipum. Hin møguleikin er tann sonevnda tax-lease skipanin, sum t.d. grønlendsk reiðarí hava brúkt til at byggja 6-8 nýggj skip við. Hendan skipanin hevur t.d. givið grønlendskum reiðaríum møguleika at byggja nýggj skip í Spania, har tey spara 15-20% av kostnaðinum. 

 

Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) kemur til 1. viðgerð á tingfundinum hósdagin 7. november

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…