Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hummarafelagið vil hava løgtingið at bannað "hummaraveiðu til húsbrúk"

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.11.2019 - 10:44 Vinna

Í hoyringsskrivið til uppskot til lóg um sjófeingi, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði fyri Løgtingið í gjár, skrivar Hummarafelagið í áheitan,  at veiða eftir hummara til húsbrúk eigur at verða bannað.

 Hummarafelagið skrivar m.a.:
 
Vit vilja heita á Løgtingið og Fiskimálaráðið at seta beinleiðis inn í § 35. Stk 1. (At veiða eftir hummara til húsbrúk ikki er loyvt)

Vit meta ikki at tað er nøktandi at landsstýrismaðurin møguliga seinni kann gera reglar um tílíkt. Vit hava roynt í longri tíð at ávirka Fiskimálaráðið, og seinastu tveir fiskimálaráðharrar til at seta reglar í verk, ið steðga hummara fiskiskapinum til húsbrúk, tó uttan úrslit.
 
Hesin fiskiskapur er nú vorðin ein so stórur trupulleiki fyri tann vinnuliga fiskiskapin eftir hummara, at nú er vandi á ferð.

Nógvur hummari verður veiddur og ongantíð skrásettur hjá Vørn, hettar kann ikki góðtakast, hesin hummari verður antin etin, ella enntá seldur til matstovur og privatfólk, av fólki við ongum hummaraloyvum. Um hettar ikki verður steðga beinanvegin, kemur hendan nýggja vinnan at gera enda á tí vinnuliga fiskiskapinum. Hesin reiðskapur stendur til stórt argilsi fyri hummarafiskarar.

Hummarafiskarar hava nú mist tolið og eru byrjaðir av neyð fyri at yvirliva at beina burt, ella flyta óvikomandi reiðskap vekk, vekk av teirra hummaraplássum fyri yvirhøvur at yvirliva, hettar kann ikki vera rætti framfariháttur, og tí má okkurt gerast beint nú.

Tað kann ikki vera rætt at menn sum hava keypt hummararættindi fyri nógvan pening, verða trokaðir vekk av fólki við ongum rættindum, hettar góðtaka vit ikki
 
Les meira her

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival