Lýsing
Lýsing
Mynd 8. Olga Biskopstø, greiðir frá um ætlanina við Spinnarínum, stutt áðrenn húsið var liðugt í 2018

MONA – tekur hond um ullina

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.11.2019 - 12:42 Mentan Tíðindi Vinna

Hetta er yvirskriftin til eina av verkætlanunum, ið verða hópfíggja í hesum døgum, og øll kunnu fara inn á www.hopfigging.fo, og stuðla.

Tað er spennandi at fylgja við, sigur Olga Biskopstø, sum er ein av stigtakarunum til verkætlanina Spinnaríið Mona. Hjá teimum er málið at savnað 200.000 kr. fyri at fáa verkætlanina til veruleika.

Tað er okkara vón, at hetta eydnast, tí vit halda at verkætlanin er góð og gagnlig fyri føroysku ullavinnuna og ikki minst, eitt kærkomið íkast til lokalsamfelagið og ferðavinnuna.   

 

Eitt fólksligt tiltak
Virksemi á Spinnarínum Mona skal skipast soleiðis, at øll sum koma á gátt, kenna seg vælkomnan. Úrvalið av tiltøkum verður fjølbroytt og til allar aldursbólkar. Vit fara at leggja okkum eftir at skapa upplivingar við verkstovum, undirvísing og skeið, og møguleiki verður at royna ymiskt virksemi, eitt nú at kæra, tvinna og spinna. Umhvørvið verður hugnaligt og skal eggja til skapanargleði, við støði í føroysku ullini, sigur Olga Biskopstø í samrøðuni við Norðlýsið.

Spinnaríið Mona fer at samstarva við einstaklingar, stovnar, skúlar, listafólk o.o. um vitan og vøru, eins og leik og lærd fáa møguleika at geva sítt ískoyti, tí málið er, at tiltakið skal gagna lokalsamfelagnum og Føroyum sum heild.     

Hesi virði eru kjarnin í Économusée, sum er eitt atlantarhavsnetverk fyri lokala handverk og list. Í løtuni eru fýra føroysk virki í Économusée netverkinum, tey eru Føroya Grótvirki, Joel Cole Art, Tutl og Smiðjan á Trøllanesi. Spinnaríið Mona verður sostætt tað fimta í røðini.

 

Hvussu byrjaði henda verkætlan
Spinnaríið Mona er ein søga um varðveitan av mentanararvi. Bygningurin í Víkunum, har Spinnaríið helt til, var seldur. Spinnaríið (tá kallað Filana) var júst góðkent sum partur av alttjóða Économusée netverkinum fyri siðbundið handverk og list.

Vit vóru nógv, sum harmaðust sáran um, at nýggja ætlanin við at knýta spinnarí og ferðvinnu saman, skuldi fara fyri bakka. Fyri at bjarga støðuni, og maskinunum hjá Monu, var partafelagið Knitting Faroes stovnað. Endamálið var at fáa maskinurnar út úr húsinum og til varðveiðslu aðrastaðni, til vit fingu skipað Économusée tiltakið í øðrum bygningi.

Um hetta mundið stóð Spinnaríið á Borðoyavík tómt, og kommunan átti bygningin. Gunnvá við Keldu var borgarstjóri og hon var sera jalig um ynskið at fáa verkælanina við spinnarínum inn í bygningin. Um somu tíð hevði Ólavur Poulsen vent sær til borgarstjóran, við einum fyrispurningi um at nýta ovaru hæddina til eina felagsverkætlan um bátar. Hesar verkætlaninar hóskaðu væl saman, tí tær snúðu seg um siðbundið handverk, søgu og mentan. Hetta var á várið 2011.

Farið var beinan vegin til verka, og skjótt var semja um, at húsið skuldi skipast sum ein grunnur, og gerast eitt “Mentanarhús fyri handverk og list”. Soleiðis er tað orðað í reglugerðini fyri grunnin.

Tiltakið við at fáa húsið sett í stand eydnaðist. Eitt vakurt hús, ið prýðir býarmyndina í Klaksvík. Nú er eftir at fullfíggja verkætlanina, og fáa innihaldið í húsið, og tað er hetta, ið Hópfígging, skal hjálpa okkum við.

Tvey Spinnarí og nógvar søgur
Tað serstaka og serliga áhugaverda við hesum tiltakinum er, at vit sameina tvey søgulig spinnarí, í einum, sigur Olga. Hon vísir á, at upprunaliga vóru hetta hølini hjá Klakksvíkar Ullvirki, ið J.F.Kjølbro setti á stovn í 1946, og maskinurnar koma frá Norðoya ullvirki, ið Mona Olsen setti á stovn í 1966, tá Klaksvíkar Ullvirkið lat aftur.

Olga leggur den á, at søguforteljing verður ein týdningarmikil partur av virkseminum á Spinnarínum Mona. Vit fara at fortelja tað gomlu og tað nýggju søguna, um hvussu okkara forfedrar virkaðu ullina, bundu og sendu pløgg av landinum, søguna um Kjølbro og virksemi á Spinnarínum frá 1946 til 1966, um íverksetaran Monu Olsen, og hennara arbeiðið við at gera føroyska tógvið til fyrsta floks tógv.

Harumframt hava vit søguna um føroysk bindingarmynstur, sum Marius Debes o.o. hava hjálpt okkum at varðveita, um liting av ull, har m.a. Katrina á Trøllanesi hevur latið nógva vitan eftir seg, og ikki minst søgur um teknikkir í føroyskari binding, um veving, knipling og annað handverk, har ullin og góðskan av tóvnum hevur havt avgerandi týdning.

Hetta er alt týdningarmikil partur av okkara siðaarvi, og eigur at vera savnað, og at øll tey, sum sita inni við vitan um alt hetta, fáa høvi at bera hana fram.

 

Tann serstaka føroyska ullin
Hvussu háttar føroyska ullin sær? Á hvønn hátt er hon serstøk, í mun til onnur ullsløg? og hví skal føroyska ullin handfarast øðrvísi enn onnur ull? Alt hetta er ein vísind fyri seg, sigur Olga Biskopstø, sum fekk áhuga fyri ullini, tá hon saman við Mariu Klein byrjaði samstarv við Monu Olsen í 2002.

Um tógvið skal verða gott, skal ullin handfarast varisliga í hvørjum einasta liði í framleiðslugongdini, hetta var motto hjá Monu Olsen. Her er talan um eitt handverk, ið bert fá meistra, og tí er tað so týdningarmikið, at vit fáa savnað hesa vitan, bæði til frama fyri gott føroyskt tógv, men eisini fyri at tryggja at hendan vitan ikki hvørvur, sigur Olga, og vísir á, at hetta verður ein av uppgávunum hjá Spinnarínum Mona.


Nýggj trend og virðið á ullini

Tað kann tykjast rangvørt, at meðan vit í Føroyum burturbeina stóran part av ullini, er tað gravgangur eftir lokalari ull í okkara grannalondum. Stórar fyritøkur, sum til dømis Fjellreven, sóknast eftir lokalari ull, greiðir Olga frá. “Nærframleiðsla” er vorðin ein trend. Umhvørvisvernd og djóravælferð eru eisini hugtøk, ið nógv taka í fullum álvara. Fólk ynskja at vita hvaðani vøran stavar og hvussu hon er framleidd. Akkurát hetta ynskið fer Spinnaríið Mona at liva upp til, tí framleiðslan verður lokal og gjøgnumskygd frá bónda til tógv.  

At vit hava rávøruna millum fingrarnar, í allari tilgongdini, ger tað møguligt at ávirka og stýra góðskuna – hetta verður vørumerkið hjá Monu, sigur Olga.


At skapa áhuga fyri føroysku ullini
Eitt ynski fyri verkætlanina Mona er, at tað eydnast at veita øllum føroyingum atgongd til ymisk sløg av føroyskum tógvi, og eitt úrval í tjúgd og mjúkleika, eins og snúningum eftir serynskjum. Hetta skal vera við til at økja um áhugan fyri ullini, so fleiri fara í gongd við at gagnnýta hana, og við hesum fáa vit ullina aftur til heiður og aðru.

Maskinurnar hjá Monu eru serliga væl egnaðar til føroysku ullina og tað er góðs í teimum. Danin, Villy Jacobsen, ið tók maskinurnar niður, kemur at seta tær uppaftur, so tær aftur fara at kæra og spinna. Tað at vit hava maskinurnar hjá Monu, ið megna uppgávuna við føroyska tóvnum, hevur alt at siga fyri verkætlanina, sigur Olga.  


Vinna og søga, alt í einum

Verkætlanin Spinnaríið Mona hevur tríggjar høvuðstættir, tann fyrsti er at spinna og góðska tógvi mest møguligt, tann næsti er frásøgan, frálæran og framsýning og tann triðji er samstarv og tænastur, alt frá samstarvi við vinnu og fakfólk til tænastur og upplivingar fyri lokalsamfelagið og ferðavinnuna. Á henda hátt koma vinnan og søgan at ganga hond í hond.

Onkur vil halda, at hetta er nógv at fevna um, men virksemið verður skipað eftir einum leisti, ið Économusée verkætlanin fyriskrivar, royndir lokalt og altjóða vísa, at hesin leistur riggar væl, umframt hetta, stendur eitt gott toymi aftanfyri verkætlanina.


Til seinast ein tøkk

Verkætlanin Spinnaríið Mona, var ikki komin so langt, um tað ikki var fyri øllum teimum, ið við hondum, huga og peningi, hava hjálpt til, sigur Olga Biskopstø, at enda. Ein serstøk tøkk til Faroe Ship, sum við tolni hevur flutt maskinurnar, og havt tær á goymslu í so langa tíð, umframt Bakkafrost og Pf.Kósin, sum nú húsa ein part av teimum.

Nú skal arbeiðið at fáa maskinurnar og virksemi inn í húsið byrja. Samlaði kostnaðurin, tá alt stendur liðugt verður 1,4 millión. Tær 200.000 kr., ið vit samla inn nú, skulu brúkast til at fáa samlaðu fíggingina upp á pláss, samstundis sum hesin peningur ger tað møguligt hjá okkum, at fáa til vega innbúgv og útgerð, so vit kunnu byrja virksemi longu komandi vár, við frásøgu, frálæru, verkstovum o.ø, sigur Olga.

Hvør króna telur í innsavningini á www.hopfigging.fo, og øll fáa eina hjartans tøkk fyri stuðulin, umframt eina lítla gávu.

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðbankin: Ferðavinnan vaksandi týdning
Nógvur roykur í Norðoya­tunnilinum
Ein heil bók bygd á eina lygn
Líðhamar góðan túr í dag
Mjølnir spælir í kvøld
Video: Ole Erik Midtskogen gleðir seg ti…
Tjóðbankin um fiski­vinnu­politikkin: Rós…
Grindareiðskapur úr Sønderborg til TSK
Tjóðbankin: Kommunur­nar mugu fáa greiðar…
Núpur góðan túr undir Íslandi
Norðlýsið á gøtuni
P/­F Norðoya­tunnilin byggiharri av tunlum…
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Klaksvíkar arbeiðsk­vinnu­felag: Opin kvøl…
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
UNPLANNED – filmskvøld í Betesda fríggja…
Tøkk - Elina Poulsen
Vardi verkstaðu­rin á Brekku riggar til j…
Útblaking sambært KVF og útblaking sambæ…
Árligu jóla­sølur­nar hjá  Vardu Verkstøðu…