Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein hevur hug at spyrja, um Sjúrður Skaale dugir gand, tá hann sum havnarmaður fær flestar atkvøður í Klaksvík. Men hann hevur "bara" dugað væl at arbeitt. | Mynd: KvF.

Sjúrður gjørdi tað ógjørliga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2026 - 13:31 Politikkur Tíðindi

Blaðstjórin á Norðlýsinum var í Kringvarpinum í morgun og viðmerkti ta fullkomiliga óvæntaðu støðuna, sum tað er, at ein javnaðarmaður í Havn fær yvir 1.000 atkvøður í Klaksvík.

Sjúrður Skaale tók øll á bóli, helst eisini seg sjálvan, tí hann ikki bara setti rekord fyri flestar persónligar atkvøður, men hann sló gamla metið við fleiri bátslongdum. Og 10% av sínum 10.823 atkvøðum fekk hann í Klaksvík.

Áðrenn í gjár høvdu fleiri forsvorið, at ein javnaðarmaður í Havn kundi vera fyrstvaldur í Klaksvík. Men Sjúrður Skaale gjørdi tað ómøguliga og fekk yvir túsund atkvøður í Klaksvík. 2.860 atkvøður vóru givnar tilsamans í Klaksvík, og av teimum fekk Sjúrður Skaale 1.066 og Javnaðarflokkurin 1.345.

Til stuttleikar kann nevnast, at góða valið hjá C og Sjúrði ger, at Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvík, gerst varafólk fyri Sjúrð á Christiansborg. Hon fekk 222 atkvøður í Klaksvík og 366 tilsamans.

Her kann lesast og hoyrast um reaktiónina hjá blaðstjóranum:

Blaðstjórin í Góðum morgni Føroyum í KvF  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…