Lýsing
Lýsing
Lýsing

Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í Reykjavík

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  25.03.2026 - 14:57 Politikkur Tíðindaskriv

Íslendska løgreglan hevur illgruna um at nakrir menn,  sum vóru við í einum álopi í einum bilkjallara í Reykjavík hava samband við Hamas.  Teir høvdu AK47 maskinbyrsur og bóru eyðkennismerkini hjá Hamas. Ein íslendingur var álvarsliga særdur í álopinum  og álopið verður kannað sum drápsroynd.  Ein IS-maður var tikin á Akureyri.

 

Hetta er eitt wake-up call hjá okkum í Føroyum.  Um tað  er satt, at Hamas er í Íslandi, so kann Hamas  eins væl vera her í Føroyum.   Teir kunnu saktans  vera komnir til íslands við Norrønu og hava verið her  á vegnum. Vónandi er nú allur naivitetur yvirfyri muslimum  horvin.  Fullkomið bann má  setast fyri at loyva slíkum fólki  til Føroyar, og strangt marknaeftirlit setast við allar komur til Føroyar. Politiið má styrkjast.  Nú má nulltolerance yvirfyri útlendingum sum gera lógarbrot innførast.  Útvísast beinanvegin.  Nú mugu vit handla og siga korta nei til muslimskan depil.  

 

Morgunblaðið skrivar at íslendskir politistar óttast fyri trygdini vegna víðgongdar palestinar.  Teir ganga civilir og tora ikki at ganga í politibúna.   Minnir ikki sørt um støðuna  í svenskum  og  donskum býum.   Tá hetta gongur fyri seg hjá okkara næsta granna, okkara brøðratjóð,  so kann tað eins væl gera tað her hjá okkum.

Fólkaflokkurin vil gera alt hann er mentur fyri at steðga slíkum tilflytarum og steðga familjusamanføring hjá hesum.  

 

Til hetta krevst, at fólkaflokkurin fær eina dygga álitisváttan í morgin.

 X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið aðalfund
Mjølnir má vinna í kvøld!
... og skip leggja tung at landi, eg fag…
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?