Lýsing
Lýsing
Lýsing

125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grøna orkuskiftið skal gerast skynsamt

SKRIVAÐ: Erling Mørkøre  |  25.03.2026 - 14:00 Politikkur

Síðan 2000 er elnýtslan hækkað við 125 %, og við óstøðugum oljuprísum og ófriði í heiminum er tað skilagott at skifta til grøna orku.

Hetta fer at gera okkum minni viðbrekin og styrkir okkara sjálvbjargni.

Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa eina greiða gongd:

Í 2000 brúktu vit 212.962 MWh.

Í 2024 var talið vaksið upp í 480.425 MWh.

Tað er ein vøkstur upp á 125 %. Vit brúka sostatt nógv meira streym í dag enn fyrr, og gongdin vísir, at vit fara at brúka meira, ikki minni.

Tí má skiftið gerast skynsamt. Tað týdningarmesta er at halda sama – ella bíligari – prís fyri hvønn kWh. Um orkuskiftið hevur við sær hægri elrokningar, raka vit bæði húskir og vinnulív.

Vit mugu ikki seta í verk CO₂-gjøld, sum gera okkum minni kappingarfør. Føroyar eru ein lítil útflutningsbúskapur, og við hægri orku- og rakstrarkostnaði merkir tað eina verri kappingarstøðu fyri vinnulívið.

Tað er eisini týdningarmikið, at veljarin veit, at vit í framtíðini fara at hava tørv á meira streymi, og ikki minni. Tí mugu vit leggja um og byggja út grøna orkukervið.

Tó mugu vit eisini vera realistisk: Vit fara at brúka olju í nógv ár framyvir. At látast sum, at annað ber til beinanvegin, er ikki realistiskt, og tað loysir ongar avbjóðingar.

Ein orsøk til, at grøna orkuskiftið ofta gongur seint, er, at tað kann vera ov torført at fremja verkætlanir. Skipanir og lógarverk kunnu vera tung og bureaukratisk, so um vit veruliga vilja hava ferð á, mugu vit gera tað einfaldari at byggja út og menna nýggj orkukervi.

Vit fara at megna at leggja um til grøna orku. Tað krevur vilja og langtíðararbeiði. Men tað skal gerast við ábyrgd og rættari umhugsan.

Ja til grønt orkuskifti!

X við Erling Mørkøre

Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…