Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra KÍ-leikarar á A-landsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.11.2019 - 19:26 Ítrottur Tíðindi

Lars Olsen hevur fyri seinastu ferð úttikið landsliðshópin. Fýra núverandi KÍ-leikarar umframt ein komandi eru á landsliðnum.

FSF.fo skrivar: Sum fyrireiking til seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020 – á Ullevaal í Oslo fríggjadagin 15. november, og á Friends Arena í Stokkhólmi mánadagin 18. november – hava heimligu landsliðsspælararnir, umframt teir, sum spæla í íslendskum fótbólti, vant regluliga á Tórsvølli.

 

Tilsamans hava seks venjingar verið á skránni farnu tvær vikurnar, og nú er greitt, hvørjir skulu manna føroyska hópin til EM-undankappingardstirnar móti Norra og Svøríki. Talan er samstundis um seinastu dystirnar hjá Lars Olsen sum føroyskum landsliðsvenjara, og hjá hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen.

 

Smávegis broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til teir 22, sum vóru við í 1-0 sigrinum móti Malta fyri lítlum mánað síðani.

 

Eli Falkvard Nielsen, ið lærir til elektrikara, fer í næstu viku undir sveinaroyndina, og Hallur Hansson er skaddur, meðan Adrian Justinussen verður við U21-landsliðnum, sum týsdagin 19. november møtir Norðurmakedónia á Tórsvølli.

 

Í staðin hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen sent boð eftir Odmari Færø úr Hamarkameratene í Norra, og har afturat er Gilli Rólantsson Sørensen við aftur, eftir at tvøramaðurin var leikbannaður til dystin ímóti Malta.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Kristian Joensen, KÍ

Teitur Matras Gestsson, HB

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)

Andrias Høgnason Eriksen, B36

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)

Magnus Egilsson, HB

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Árni Frederiksberg, B36

Gilli Rólantsson Sørensen, Brann SK (Norra)

Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland)

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Patrik Johannesen, KÍ​

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…