Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til Skúlastýrið í Fuglafjarðar skúla

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein  |  08.11.2019 - 13:12 Lesarabrøv Mentan

Børn eru okkara livandi boðberar til ein heim vit senda tey inní, og sum vit ikki koma at síggja. (Kennedy)

Fyri nøkrum vikum síðan avgjørdi dóttir okkara, sum gongur í 8. flokki, at luttaka í ein ráðstevnu. Hendan ráðstevnan hevur til endamáls at varpa ljós á rættindi hjá børnum. Hetta í samband við at Barnarættindasáttmálin hjá ST fyllir 30 ár tann 20. novembur í ár. Hesin sáttmálin var eisini settur í gildið í Føroyum í 1992, og inniheldur øll rættindi, ið børn skulu hava, og er galdandi fyri øll upp til 18 ár.

Í tilgongdin til hesa ráðstevnu, sum verður í Keypmannahavn í døgunum 17-19 januar, hava børnini arbeitt við øllum sáttmálanum, sum fevnir um 54 greinar, har 41 av teimum snúgva seg um rættindi. Tey hava vitja Landstýrisfólk og onnur, og arbeitt við málinum um at Øll børn og ung skulu kenna síni rættindi, og at øll børn og ung verða hoyrd og tikin við uppá ráð bæði í familju, í skúlanum, í frítíðini og í lokalsamfelagnum.

 

Sum foreldur hevur tað verið hugtakandi og ein sonn gleði at fylgt við hesi tilgongd; at síggja sítt egnað barn byrja at hugsað enn meir sjálvstøðugt og við rúmd og virðing sum grundarsteini.  Tað er sum um at hon hevur latið eina menniskjaliga eskju upp, sum er ábyrgd, og inni í eskjuni er ein lítil hvít frælsidúgva.

 

Við hesum í huga, var tað ikki sørt hugstoytt, tá tiltakið BRYD, sum var ætlað at verða í Fuglafjarðar skúla, varð avlýst fyrr í hesari vikuni. Børnini høvdu fyrirreika seg vikuna frammanundan, og gleddu seg ikki sørt til tiltakið. Og tá so ongin grundgeving enn er komin, kenni eg tað sum mína skyldu sum foreldur, at siga frá, og vísa á okkara ónøgd og ikki minst ørkymlan av hvat tað er sum gongur fyri seg. Eg má siga at eg veit ikki hvønn eg skal venda mær til sum foreldur, og heldur ikki eri eg greiður yvur hvørji rættindi eg havi hesum málið viðvíkjandi, uttan at siga frá.

 

Í endamálsorðingini til Fólkaskúlalógina stendur at:

 

§2, stk 2 Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

 

Víðari stendur, at

 

§3,Stk. 2. Skúlin samstarvar við næmingar og foreldur um at megna tað, sum er ásett í endamálsgrein fólkaskúlans.

 

Hetta er greið tala eftir mínari fatan, men hvat er so at gera, tá ein ikki heldur hetta verður yvirhildið, og tá skúlastýrislimir als ikki vilja samskifta um málið? Eg veit tað ikki, og tískil er hetta skrivið eisini opið og alment, fyri at kanska finna útav: Hvat er orsøkin at eitt tiltak í Fuglafjarðar Skúla skal dømast IKKI AT VERÐA EGNAÐ.

 

Í mínum hugaheimið skulu børnini avgjørt læra HVUSSU tey kunnu hugsað, og ikki HVAT tey skulu hugsað. Okkara uppgáva sum foreldur er at finna og kenna hvat okkara børn vilja, fyri síðan at vegleiða tey at fylgja teimum.

 

Vónandi verður hetta skrivið svara, og vónandi kunnu vit sum foreldur gleðast um okkara fólkaskúla, heldur enn at illneitast um alt sum fer fram handan skuggatjøldini. Tað er altíð betur at vita heldur enn at gita. Okkara børn eru og verða sterk, um vit verja, stimbra og elska tey og byggja tey upp. Tað er hinvegin alt meiri trupult at rætta uppá miðaldrandi syndraðar gráhærdar vaksnar menn.

 

Syðrugøta 8. Novembur 2019

Pól Huus Sólstein

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld