Lýsing
Lýsing
Lýsing

Øsing um avlýsing í Fuglafjarðar Skúla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2019 - 16:39 Leiðarin Mentan

Týsmorgunin 5. november kom ein dramabólkur at hava verkstovu við næmingunum í 8. og 9. flokki. Men skúlastjórin stóð fyri teimum og segði, at tey sluppu ikki inn á skúlan. Hetta hevði hann fingið boð um frá skúlastýrinum. Avlýsingin varð send kvøldið fyri, men bólkurin, ið kom úr Danmark, hevði ikki fingið hana, áðrenn tey møttu á skúlanum.

Í útvarpstíðindunum sama kvøld varð sagt, at Kringvarpið hevði roynt at fingið fatur á formanninum í skúlastýrinum, Sofusi Gregersen, og næstforkvinnuni, Gudny Vang, men tað var ikki eydnast. Skúlastjórin vildi heldur ikki úttala seg. Men í útvarpstíðindunum hósdagin á miðdegi hevði Kringvarpið fingið orðið á Árant Berjastein, stýrislim, og hann visti at siga, at stýrið als ikki hevði viðgjørt spurningin. Eisini varð endurtikið, at stýrisformaðurin ikki vildi gera samrøðu við Kringvarpið.

Hetta samsvarar eisini við tað, sum ein annar skúlastýrislimur, Hanna Jensen, viðmerkir á einum facebookbólki, har nógv kjak hevur verið um avgerðina. Hon sigur eins og Árant Berjastein, at avgerðin hevur ikki verið til viðgerðar í stýrinum. Tískil bendir alt á, at stýrisformaðurin einsamallur, møguliga saman við næstforkvinnuni, ið Kringvarpið eisini til fánýtis hevur roynt at fingið fatur á, hevur avgjørt at avlýsa verkstovuna.

Verkstovan varð annars hildin á Sandoyar Meginskúla í gjár, og har læt skúlastjórin Hansa Glerfoss væl at henni og segði verkstovuna vera ein góðan stuðul til næmingar, ið annars høvdu tað torført við at seta orð á ymiskt, ið breyt frá teimum vanligu normunum. Eisini Tvøroyrar Skúli beyð verkætlanini vælkomnari og segði at hon ljóðaði spennandi. Tvøroyrar Skúli er næstur á skránni eftir Sandoyar Meginskúla.

Báðir skúlastjórarnir í Sandoy og á Tvøroyri søgdu sum við ein munn, at har var ongin negativ reaktión komin í heila tikið í sambandi við verkstovuna. Enn vita vit ikki, um negativar reaktiónir eru orsøk til, at Fuglafjarðar Skúli valdi at avlýsa, tí sum sagt vilja hvørki skúlastjóri, næstforkvinnan ella stýrisformaðurin har siga nakað um, hvat tað var, ið fekk tey til at taka sína avgerð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk