Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein heilsan til mammu á 80 ára degnum

SKRIVAÐ:  Frimodt við húski  |  08.11.2019 - 18:46 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

9. november 1939 var Klara Malena Emilia Lervig, gift Rasmussen, fødd.

Klara er fødd og uppvaksin á Toftanesi í Lorvík. Dóttir Sylverius og Onna Malenu Lervig. Klara er yngst av 6 systkjum. 3 hálvsystkin og 3 heilsystkin.

Abbi varð giftur Kristiannu og fingu tey 3 børn saman. Kristianna doyði í 1932. Omma kom í húsið hjálpa og giftust omma og abbi. Tey fingu tey 3 børn saman.

Abbi doyði 2.jóladag 1952 av sjúku. Mamma var tá einans 13 ára gomul.

Tá ið mamma varð fermd, vóru bara 14 dagar til hon fylti 14 ár. Hon fór ongantíð í skúla aftur eftir fermingina. Mamma fór til Miðvágs at verða arbeiðsgenta tá ið hon var um 15 ára gomul. Har var hon í nakrar mánaðar og passaði eina barnakonu upp. Í 1957 var mamma á Háskúla og síðani kom hon til Klaksvikar til at arbeiða í handlinum hjá Doriusi, í Víkunum. – Mamma og pápi funnu saman í 1959 og giftust í 20. september 1961.

Mamma og pápi fingu 3 børn saman. Sylvin, Durid og so meg.

Mamma hevur havt eitt áhugavert lív. Aftaná at hon og pápi settu búgv á Biskopstøðbønum, so valdi hon at verða heima, fyri at taka sær av okkum børnum og húsinum annars. – Sum kona til ein virknan skipara, ið var nógv burtur, so hevur tað óivað kraft sera nógv av henni. Eg minnist ongantíð at verða komin heim og at mamma ikki var inni. Minnist sera væl hvussu fjálgt og gott tað kendist, at koma heim úr skúla í døgurðatímanum, har mamma altíð hevði døgurða til okkara. Ofta var suppa omaná.

Aftanfyri hvønn sterkan mann stendur ein sterk kvinna. - Pápi var sera virkin í vinnulívinum. Fyrst sum skipari á fiskiskipum, kann nevna «Stellu bátarnar», fyri síðani at byggja trol- og nótaskipið «Durid» í 1976. «Durid» varð seld í 1981 til Vestmannaeyar. Pápi valdi at leggja seg heima 1985. Í 1990 keyptu tey alibrúkið á Norðtoftum og varð hann stjóri á «East Salmon». Tá ið vit saman keyptu «Klaksvíkar Sleipistøð» var pápi tann í eggjaði meg til hetta. - Men alt hetta hevði ikki kunnað latið seg gjørt, um mamma ikki hevði stuðlað honum fult og heilt. – Tað var eisini ein sjálvfylgja fyri tey, at tey arbeiddu saman, frá tí at pápi legði seg heima, til tey góvust í 2008, táið pápi gjørdist 70 ár.

Mamma hevur altíð verði sera virkin handaliga. Bæði til at binda og brodera. Hon hevur brodera nógv føroysk klæðir, bæði vestar, turriklæði og fyriklæði. Hon broderar enn, og tað liggur ræði fyri.

Ommubørnini hava notið sera gott av, at havt eina ommu og abba, ið tóku sær góðar stundir til at hava tey við sær, bæði út í neyst, til Norðtoftir, túrar til Havnar, út í grøv og ikki at forgloyma løturnar í heiminum í Jørundsgøtu.

Mamma hevur altíð dámt væl at gingið túrar og verið í nattúruni. Mamma og pápi vóru sera nógv saman gjøgnum lívið. Táið pápi bleiv sjúkur og fekk staðfest Parkinson, var mamma ein sera hollur stuðul hjá honum. Líka til hann doyði 14 august í fjør.

Mamma hevur altíð eggja okkum á tí andaliga økinum. Okkara andaliga heim hevur verið Betesda, og hevur mamma eisini víst sítt trúfesti har.

Góða mamma, vit vilja fegin bera tær eina hjartans tøkk fyri allar løturnar vit hava haft og enn kunnu njóta saman. Takk fyri tann holla stuðul tú altíð hevur veitt okkum. Vit ynskja tær hjartaliga tilukku við 80 ára degnum, og at Harrin skal geva tær nógv góð ár afturat.

 

 Frimodt við húski.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast