Lýsing
Lýsing
Lýsing

P/F Norðoyatunnilin byggiharri av tunlum Norður um Fjall?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.11.2019 - 11:18 Leiðarin Politikkur Vinna

Fyri aðru ferð hetta valskeiðið, ið ikki er tveir mánaðir gamalt, er fyrispurningur fyri á tingi um tunlarnar Norður um Fjall. Fíggjarmálaráðharrin ger sítt ítarsta fyri at kyrra, og nevnir nú ymiskar fíggjarmøguleikar. “Vit kanna allar møguleikar at finna fígging”, sigur hann. Ein teirra er NUMO-uppskotið, sum núverandi samgonga legði fram tvær ferðir, tá hon var andstøða.

Her mugu tó atlit takast til tungu akførini. Tað tykist sum um politikarar nú vilja hava okkurt at henda. Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, setti nærum beinanvegin tingið varð sett ein fyrispurning um tunlarnar, og nú hevur hann so sett ein fyrispurning afturat, ivaleyst fyri at skunda undir, at ein avgerð verður tikin. Ein orsøk er sjálvsagt, at tunlarnir ikki eru nevndir í samgonguskjalinum, og tað tí ongin ætlan er løgd fyri, nær teir skulu gerast.

Eftir øllum at døma hevur Landskassin ikki tøka fígging til tunlarnar nú. Tí verður møguleikin við NUMO-uppskotinum nevndur. Tann leisturin snýr seg um, at P/F Norðoyatunnilin tekur eitt lán at gera Tunlarnar Norður um Fjall fyri, fyri á tann hátt at fara í gongd beinanvegin. Í millumbilinum setir Løgtingið pening av á fíggjarlógini, og aftaná rindar Landskassin so lánið hjá P/F Norðoyatunlinum.

Hetta er ikki nummar eitt. Á samgongufundinum leygarmorgunin 14. september søgdu floksformenninir, at bummgjøldini í undirsjóvartunlunum skuldu avtakast, nú lánsgjøldini í teimum eru liðugt rindað. Hetta er eisini í tráð við upprunaligu “kontraktina”, sum tíverri ikki er feld á skrift, millum Landsstýrið og borgararnar. Øll í Vágum og Norðoyggjum hava glett seg og sæð fram til tann dag, bummgjøldini fullu burtur.

Ein kann eisini óttast fyri, at leisturin fer at verða brúktur til aðrar útbyggingar eisini, og at bummgjøldini sostatt kunnu halda fram í tað óendaliga. Hartil er eisini vandi fyri, at Landið ikki rindar undirsjóvarpartafelagnum peningin aftur. Tað kann landsstýrið gera, tí tað er eigari av partafelagnum. Og so hava norðoyingar sjálvir goldið tunlarnar Norður um Fjall, hóast Landskassin eigur at gera tað.

Tað er langt úti, at tað skal vera komið so vítt. Var rætt atborið í politisku skipanini, var tað í dag ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og nýggir tunlar Norður um Fjall vóru tiknir í nýtslu. Atgerðarloysi er orsøk til, at vit ikki eru komin hartil enn. Nú eru vit “bara” komin hartil, at tað má handlast. Loysnin, sum ger tunlarnar lidnar skjótast gjørligt, eigur at verða tann, ið verður vald.

At boriútgerðin als ikki hevur verið í brúki øll árini frá 2016, tá Viðareiðistunnilin varð liðugur, til nú í 2019, tá farið varð undir Hvalbiartunnilin, er ein gøla. Hetta vitnar bert um áðurnevnda atgerðarloysi. At politikararnir ikki vita, hvat teir skulu gera, og tí onki gera.

Tí er tað kanska eitt gott hugskot at fáa fíggingina frá P/F Norðoyatunlinum í fyrstu atløgu, og tað er heldur ikki nakað vánaligt hugskot at seta almenna partafelagið til byggiharra. So liggur verkætlanin ikki hjá gølurakta Landsverki, men verður avtalað millum partafelagið og ein ella fleiri entreprenørar, ið partafelagið fær til at byggja tunnilin. Sami leistur er brúktur til báðar undirsjóvartunlarnar, og riggaði tá framúr væl.

Tey sum hava merkt størsta sviðan av tunnilsgjøldunum, eru flutningsfyritøkurnar við stórum akførum, og tey sum skulu flyta stórar nøgdir við trailarum og lastbilum gjøgnum tunnilin. Her má ein loysn finnast, so tey fáa ein avsláttur, sum veruliga munar, og eigur Landsstýrið at seta hendan avslátturin sum treyt fyri, at P/F Norðoyatunnilin sleppur at halda fram. Í øllum førum eigur Vinnulívsráðið í Klaksvík at verða tikið við uppá ráð. Fólkaflokkurin, ið hevur verið fremsti forsprákari fyri ókeypis ferðslu, má fara í dialog við vinnulívið um hesi viðurskifti, soleiðis at vit finna eina loysn, sum øll kunnu liva við, inntil tað endiliga verður ókeypis at koyra.

Her finst ongin løtt loysn, og útlitini fyri at skula rinda bummgjøld í fleiri ár afturat eru avgjørt ikki hugalig. Men soleiðis er støðan eftir áralangt atgerðarloysi. Tað krevur eisini síni offur, tá politikarar onki gera.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað