Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin semja um sendistovu í Jerusalem

SKRIVAÐ: Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  15.11.2019 - 19:19 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Tað finnast ongar haldgóðar grundgevingar fyri at lata eina sendistovu upp í Ísrael. Og slett ikki í Jerusalem. Tí gjørdist eg ikki sørt skakkur av viðmerkingunum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum.

Tað gagnar ikki Føroyum búskaparliga, politisk ella diplomatisk at opna eina sendistovu í Jerusalem. Tvørturímóti kunnu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana elva til bæði eina politiska og diplomatiska kreppu. Harafturat er tað kostnaðarmikið og kann seta trygdina hjá okkum í vanda.


Viðmerkingarnar hjá Jenisi av Rana skaða ikki bert altjóða umdømið hjá Føroyum, men skaðar eisini sambandið millum Føroyar og Danmark. Tað setur kílar í Ríkisfelagsskapin.


Í Føroyum er stórur politiskur meiriluti fyri, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir. Men tað krevur, at Føroyar føra ein virðiligan og ábyrgdarfullan uttanríkispolitikk.


Um, og bara um, tað yvirhøvur kemur til, at Føroyar opna eina sendistovu í Ísrael, so skulu Føroyar sjálvandi fylgja ”tí europeisku linjuni” og staðseta sendistovuna í Tel Aviv, sum danski forsætisráðharrin eisini vísti á, tá hon vitjaði Føroyar herfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…