Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur endurskinssangur frá BUBU

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.11.2019 - 19:57 Kykmynd Tíðindaskriv

Dagarnar styttast og ferðslan er nógv hesa myrku ársins tíð, og tí kemur BUBU ídag við einari áheitan til øll um at nýta endurskin.

Børn og eisini vaksin gloyma mangan týdningin av, hvussu umráðandi tað er at nýta endurskin. Tí hevur BUBU verið í upptøkuhølunum og sungið inn ein nýggjan sang, ið snýr seg um at spæla og eisini hetta at nýta endurskin. 
Eftir at upptøkurnar vóru gjørdar, fór BUBU runt á spælipláss og sparkivallir, umframt eisini í ein tunnil at gera upptøkur til eitt sjónbandalag. Hetta sjónbandalagið er nú komið at liggja á vælvitjaðu youtube-rásina hjá BUBU, ið hevur útvið 4,5milliónir vísingar. 


Eisini hevur BUBU gjørt eina heilsan, har hann vísir á munin, tá ið ein er uttan endurskin og eisini tá ið ein hevur endurskin, og tí hvussu umráðandi tað er at nýta endurskin í hesu myrku tíð. 


Sangurin endurskin er sangur sum Ásbjørn Berhelsen hevur gjørt orð og lag til. Sangurin verður umframt á youtube-rásini, eisini at finna á geyma við fleiri nýggjum, umframt væl kendum BUBU sangum, ið væntandi kemur í sølubúðirnar fyrst í desembur. 

Leinkjan til sjónbandið er HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
Lýsing