Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sølan til Russlands - frá byrjan til í dag

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.11.2019 - 07:32 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað elvdi til politiskt rumbul, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fór a fund í Russlandi í september 2014. Orsøkin var stórpolitiska ósemjan millum Russland og Ukraina. Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðuavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum. Hvat hava fiskiveiðiavtalur og útflutningur í felag? Ella hava tey nakað í felag? Kann tað hugsast, at Føroyar hava ein ella annan leiklut, sum eingin gevur sær farum?

Fiskiveiðiavtalan hevur týdning, men hon sigur einki um samhandilin. Um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið. Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini. Bara nútíðina. Nær byrjaði samhandilin? Hvønn týdning hevði hann?


Fyri at finna svarið, mugu vit leita aftur í tíðina. 25 ár fyri fiskiveiðiavtaluna. Aftur til byrjanina av kalda krígnum, tá Føroyar vórðu limaðar inn í NATO og gjørdust lítil brikkur í vesturlendsku verjusamgonguni. Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur.


Hetta er søgan um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið


"Stríðið um proteinini - og útflutningurin til Sovjet" kemur út mánadagin 9. desember. Hanus Samró, vinnulívsmaður og master í politikki/umsiting, hevur skrivað bókina. Hetta er hansara sjeynda bók.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá