Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spilloljuverkið letur ikki aftur í fyrstu syftu

SKRIVAÐ: IRF  |  18.11.2019 - 12:27 Tíðindaskriv Vinna

Eftir áheitan frá Føroya Landsstýri hevur nevndin hjá IRF samtykt at útseta fráboðaðu afturlatingina av Spilloljuverkinum, meðan Landsstýrið og IRF arbeiða við at gera ein nýggjan sáttmála.

Fyri at Spilloljuverkið kann halda fram, er tó neyðugt at broyta galdandi prísskipan fyri at minka um hallið.

 

Broytt prísskipan

IRF hevur sáttmála við Føroya Landsstýri um raksturin av Spilloljuverkinum, men í løtuni eru partarnir ikki samdir um, hvør skal fíggja hallið av verkinum.

Tískil hevur nevndin hjá IRF samtykt at broyta prísskipanina. Frá týsdegnum 19. november 2019 at rokna, skulu tey, sum lata spillolju og oljudálkað vatn til Spilloljuverkið, gjalda 1 kr/litur. Hetta verður tó ikki galdandi fyri limakommunur felagsins.

Nýggja prísskipanin verður galdandi, inntil nýggjur sáttmáli er gjørdur millum IRF og Føroya Landsstýri. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna