Lýsing
Lýsing
Lýsing

Graviarbeiðið heldur fram eftir Heygavegi

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  19.11.2019 - 03:43 Tíðindaskriv

Grivið hevur verið eftir Garðavegi og nú verður hildið fram eftir Heygavegi. Talan er um arbeiðið, sum verður gjørd í pørtum, og fyribils verður grivið til og við Ziskagøtu.

Tað er SEV sum leggur hesa leiðing ígjøgnum Klaksvíkina, samstundis sum Føroya Tele ger ymiskar dagførðingar og Klaksvíkar kommuna ger ábøtur á kloakkskipanina.

Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi.

 

SEV DAGFØRIR ELKERVIÐ Í NORÐURØKINUM
Leiðingin sum SEV nú leggur er long, frá smoltstøðini hjá Bakkafrost í grótbrotinum á Stornd, gjøgnum alla Klaksvík – eftir Ánavegi, Skáltavegi, Garðavegi, Heygavegi, Mækjuvegi umvegis Norðoyatunnilin, gjøgnum Lorvík, gjøgnum Leirvíkstunnilin, niðan gjøgnum Gøtudal til nýggju koblingsstøðina Innan Eið - omanfyri Varmakeldu.

Samlaða arbeiðið er mett at taka tvey ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…