Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leggja rørini til skoytubreytina

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  22.11.2019 - 13:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vestanfyri íbúðirnar á Biskupstorgi, niðan móti nýggja BankNordik verður í hesum døgum løgd síðsta hond á skoytubreyt, sum skal liggja í túninum har.

Tvær høvuðs stammur – onnur fram og hin retur eru lagdar í økið frá sjóhitaskipanini og frá hesum verða so eini 100 rør løgd pr. 6 cm undir skoytibreyrina so gera at breytin frystir, og frá teimum eins nógv rør, sum renna aftur til skipanina.

Returvatnið frá sjóhitaskipanini er munin kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Tí er lætt við teirri tøkni, sum er í sjóhitaskipanini, eisini at kunna fyrsta.

Við hesi tøkni, verða rør nú løgd á økið við íbúðirnar á Biskupstorgi, sum verður um 380 m2 og skal her verða skoytubreyt, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu fyrst í desember.

Hetta er ein spennandi verkætlan, ið vegna sjóhitaskipanina, sum liggur í økinum – og sum íbúðirnar á Biskupstorgi eru upphitaðar við – ikki er so umhvørvisliga dálkandi og heldur ikki kostnaðarmikil í rakstri.

Tað má sigast at vera eitt bragd av Teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu við stuttum skotbrái saman við donsku fyritøkuni Multi Dome at hava fingið hesa skipan framda í verki. Tí verður so mikið meira spennandi at fáa skipanina roynda fyrst í desember.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…