Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin forkunnuga vitjan úr Íslandi

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  29.11.2019 - 19:52 Mentan Tíðindi

Ein býráðslimur úr Reykjavík og ein úr Kópavogi á vitjan í Klaksvík í dag.

Her fyri ringdi Brynja Ósk Birgisdóttir, fulltrúi á aðalkonsuláti Íslands um Dóra Björt Guðjónsdóttir, sum er býráðslimur í Reykjavík og Sigurbjörg Erla Egilsdóttir, sum er býráðslimir í vinarbýi Klaksvíkar, Kópavogi kundu leggja leiðina til Klaksvíkar, tá ið tær komu við flúgvara til Føroya í dag?

Jú, tað var lag á manni og skuldu allar dyr standa opnar, varð sagt úr Klaksvík. Tær komu so beina leið av flogvølli við bili, og var Brynja Ósk Birgisdóttir, fulltrúi eisini við í ferðini, tá ið tær komu higar kl. 13.30 í dag.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim bjóðaði ein betri føroyskan bita við ymiskum góðum, ið Restaurant Fríða hevði borðreitt.

Tær fingu kunning um ymiskt, sum rørist í býráðnum og í býnum annars – Um miðbýarætlanina, sjóhitaskipanina, Biskupstorg, menningarætlanina, samferðslukervið og har eisini um tunnlarnar, sum eru gjørdir, sum eru í gerð og teir, sum enn liggja á tekniborðinum.

Tær vóru hugtiknar at tí tær høvdu sæð eftir ferðini frá flogvøllinum og serliga av teimum reystu og ernu fjøllunum her norðuri.

Eftir kunningina hjá borgarstjóranum varð farið heim í Nólsoyar Pálshúsið, her greiddi Archibald frá og síðani lá leiðin yvir í Biskupstorg, har kunnað varð um hesa bygging, Norðurjól, sjóhitaskipanina, skoytubreytina, Føroya Bjór og miðbýin annars.

Íslendsku damurnar vóru hugtiknar av Klaksvík og hildu, at her tyktist at vera nógv lív í, og at tað enn vóru nógvar ætlanir fyri framman.

Ørindini annars hjá Dóra Björt Guðjónsdóttir úr Reykjavík og Sigurbjörg Erla Egilsdóttir úr Kópavogi, sum vóru vinkonur, var at vera við til at tendra jólatræið í Tórshavn í morgin.

Tær takkaðu hjartaliga fyri og gleddust til at hittast við annað høvið eina aðra ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…