Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Elmar Ósá undir UEFA útbúgving

SKRIVAÐ: FSF  |  30.11.2019 - 13:21 Ítrottur Tíðindi

Seinnapartin fríggjadagin vóru nakrir av læknunum og fysioterapeutunum, ið eru knýttir at ymsu fótbóltslandsliðunum, á skeiði í FSF-húsinum í Havn. Undirvísari var Elmar Ósá, læknasamskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Skeiðini eru partur av útbúgvingini "Doctor Edcation Program", sum UEFA bjóðar sínum sersambondum. Øll sersambondini í Europa hava møguleika at útbúgva ein lækna eftir "UEFA program", og fyri Føroyar er Elmar Ósá farin undir hesa útbúgving.

 

Áður hevur Pero Soré tikið hesa útbúgving, og í framtíðini fara aðrir føroyskir læknar væntandi undir útbúgvingina umvegis FSF og UEFA.

 

Endamálið við útbúgvingini, sum tekur trý ár, er at hava reglulig skeið fyri læknum og fysioterapeutum, sum í stóran mun fáast við ítróttarskaðar. Luttakararnir á skeiðunum eru læknar og fysioterapeutum, sum eru knýttir at fótbóltsfeløgunum kring landið, umframt teimum, ið eru knýttir at ymisku landsliðunum hjá FSF.

 

Skeiðið fríggjadagin var tað næsta, síðani Elmar Ósá fór undir útbúgvingina, og higartil hava bæði skeiðini verið í FSF-húsinum í Havn. Men komandi heyst er ætlanin at fara kring landið at hava skeiðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…