Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hanus Hansen: Næraberg fær nøktandi prís fyri fiskin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.12.2019 - 23:36 Politikkur Tíðindi

Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol og P/F Næraberg sigur í viðmerking til tað sum Pól Huus Sólstein, segði á almennum fundi hóskvøldi, at hann kennir seg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram.

- Eg eri púra samdur við Pól í tí at tað liggur ein stór samfelags ábyrgd á herðum okkara sum umsita fólksins ogn. Tað havi eg lagt stóran dent á líka síðan eg tók yvir sum stjóri í JFK.  Øll árini eg havi virka sum stjóri hava vit lagt stóran dent á, at røkt okkara samfelagskyldur og hava eisini sæð týðingin av at luttikið í virksemið sum ikki er fyri vinningin.
 
Fáa nøktandi prís.
- Eg kenni meg als ikki aftur í tølunum sum Pól Huus førir fram. Í samband við søluna av fiskinum hjá Nærabergi havi eg mangan tosað við eitt nú Pól um vit fáa nøktandi prís og vanliga hava vit ligið ógvuliga tætt við prísin sum teir fáa.
- Norðborg er eitt nógv betri og framkomið skip enn Næraberg. Norðborg hevur flakalinju og mjølfabrikk og kann tí taka smáan ella brotnaðan fisk og koyra tað aðrar vegir. Tann møguleika hevur Næraberg ikki.
- Hetta ger óiva at vit fáa nakað verri prís enn hvat Norðborg far. Eitt skip fyri 300 milliónir skuldi megna at gjørt okkurt betur enn eitt fyri 70 milliónir. Tað vildi eg hildi.

- Tað er ikki rætt at samanbera skipini og skulu vit gera tað so mugu vit hyggja nærri at tølunum enn bara at kopiera tey av heimasíðuni hjá Vørn.
- Eg eri staddur uttanlanda í løtuni og royni at halda frí og so skjótt eg komið heim fari eg at kanna hvat liggur í tølunum, og hvussu tey skulu skiljast, sigur Hanus Hansen.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…