Lýsing
Lýsing
Lýsing
Steintór á redaktiónini við krimibókini og nýggja søgunáminum til alla familjuna | Mynd: Jóhann Lützen

Ein Krimi og eitt Søgunám

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.12.2019 - 13:30 Mentan Tíðindi

 -  Upprunaliga var tað ikki ætlanin, at bøkurnar skuldi koma út at kalla um somu tíð, sigur Steintór Rasmussen, rithøvundurin, sum hesar dagarnar er aktuellur við ikki færri enn tveimum bókaverkum;  EIN ER TÍÐIN AT LIVA, sum er fimta og seinasta bind í krimirøðini Deyðin fer í bindiklubb; og SØGUNÁMIÐ, ið er eitt savn við 16 stuttsøgum fyri børn og vaksin. 

-  Tíbetur eru tað framvegis nógv føroysk børn, sum tíma væl at lesa. Vakrar, kenslubornar og spennandi søgur. Og ikki øll vaksin orka í holt longri skaldsøgur og bókaverk. Tí havi eg afturat krimibókunum arbeitt við søgunáminum,  sum  eg vóni vil fanga tann yngri og meiri ótolna lesaran, ið dámar væl at kryddað lesiupplivingina við spennandi og hugvekjandi, ja, enntá eisini nøkrum eitt sindur óhugnaligum tekingum.

Tað er Allar Korsagar Davidsen, sum hevur myndprýtt Søgunámið, sum er 132 síðir og inniheldur útvið 100 tekiningar. Jan Nystrøm hevur gjørt kápumyndina til Ein er tíðin at liva, sum er tilsamans 360 blaðsíðir.

  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…