Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvandi skulu vit hava radarstøð!

SKRIVAÐ: Zakarias Wang     |  02.12.2019 - 13:24 Lesarabrøv Politikkur

Nú verður umrøtt, um vit skulu hava eina radarstøð.

Eina slíka skulu vit sjálvandi hava!

Ein og hvør hevur áhuga í, at ófriðaskip og -flogfør ikki koma inn um okkara 200-míla mark. Vit skulu hava eyguni eftir óbodnum og vísa teimum burtur. Tøkniliga ber hetta væl til í dag. 

Men hvør skal gjalda?

Nú vísir tað seg, at inntøkan fyri hvønn føroying er eins stór og fyri hvønn dana. Tað er tí einki meir rímiligt, enn at vit gjalda kostnaðin av eftiransingarskipan okkara. 

Higarlig hava danir ikki goldið fyri verjuna av tí ríki, teir vilja ráða yvir. Teir hava latið USA betala tað ið í restar og hava dusað sær í síni dreymaverð. Men nú sær út til, at hetta fær ein bráðan enda, tí USA vil ikki gjalda fyri danir. 

Nú er so spurningurin, hvør ið skal gjalda fyri eftiransingarskipan okkara. Skulu vit krevja av dønum, at teir, sum frammanundan eru hart fyrispentir, eisini skulu gjalda fyri okkum, sum eru eins væl fyri og teir?

Hetta er illa hóskandi. 

Tað einasta rætta er at vit fáa eina skipan í lag, har tey sum koma inn um okkara 200-míla mark við skipum og flogførum gjalda fyri tað, eftiransingin kostar. Tað eru jú hesi før, sum hava gagn av at lóg og landaskil er á okkara leiðum. Henda fyrimun eru tað sjálvandi tey, sum skulu gjalda fyri. 

 


Zakarias Wang   

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…