Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðlýsið avdúkar: Mikrofonin var ikki sløkt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2019 - 17:08 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi

Kringvarpið fekk fatur á upptøkum, tey ikki áttu at fingið fatur á. Ein mikrofon á Helga Abrahamsen var ikki sløkt, tá hann varð tikin inn í einarúm av høgtstandandi fyrisitingarfólki, at verða kunnaður um samráðingarnar við kinesiskar myndugleikar

Í gjár kundi Kringvarpið bera tíðindini at fútabann varð sett fyri tíðindunum, tá Kringvarpið ætlaði at greiða fólki frá einum fundi millum føroyskar og kinesiskar myndugleikar.

Fyri løtu síðan sendi Føroya Landsstýri út tíðindaskriv har grundgevingar vórðu fyri hví fútabannið varð sett. 

Orsøkin til, at landsstýrið heitti á fútarættin um at leggja fútabann, er, at Kringvarp Føroya hevði ætlanir um at brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á, stendur m.a. at lesa í tíðindaskrivinum.

Vit hava fingið uppspurt frá fleiri keldum hvussu Kringvarpið hevur fingið fatur á upptøkunum. Málið snýr seg um at Kringvarpið er í Vinnumálaráðnum og skal gera upptøku við Helga Abrahamsen, landsstýrismann um annað mál. Ímeðan riggað verður til kemur eitt høgtstandandi fyrisitingarfólk í Vinnumálaráðnum og biðjur Helga um at koma í einarúm, hann skal kunnast um samráðingar millum føroyskar og kinesiskar myndugleikar. 

Tað vil so við, at mikrofonin á Helga Abrahamsen er tendrað, ímeðan hann fær kunningina frá fyrisitingarfólkinum.

Tað eru hesar upptøkur, ið kringvarpið ynskti at brúka og sum Føroya Landsstýri síðani hevur fingið fútan at seta bann fyri. 

Í løtuni viðger Føroya Rættur málið. 

 

 

Brot úr leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið:

2.3 Fjølmiðlafólk eiga ikki at misnýta sína støðu til egnan fyrimun.

3.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at halda avráddar fortreytir fyri samrøðum og øðrum tíðindum.

3.4 Fjølmiðlarnir eiga at verja heimildirnar. Hetta er ein fyritreyt fyri, at fjølmiðlarnir kunnu inna teirra samfelagsábyrgd og tryggja atgongdina at týðandi upplýsingum.

3.6 Tilfar, ið ikki er almannakunngjørt, eigur sum meginregla ikki at latast óviðkomandi.

3.8 ….ókunnleiki ella vantandi metingarevni skulu ikki misnýtast.

3.9 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at nýta fjalt upptøkutól ella mikrofon, ósannan samleika o.tíl. uttan í heilt serligum førum, tá ið eingir aðrir møguleikar eru at avdúka viðurskifti, ið hava stóran samfelagsligan týdning.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi