Huawei – hvat snýr rumblið seg um?
Huawei er kanska ikki tað kendasta merkið, men seinast í 2018 vóru fleiri gølur, ið av álvara fingu fólk og myndugleikar at fáa eyguni upp fyri kinesiska telerisanum. USA heitir á sínar allieraðu um at taka frástøðu frá Huawei, men bert fá lond hava higartil viljað gingið áheitanini á møti. Í Føroyum hevur kinesiska fyritøkan veruliga fingið fótin fastan.
Stórpolitikkur kom uppí málið, tá Meng Wanzhou, fíggjarstjóri í Huawei, varð ákærd fyri at hava hjálpt fyritøkuni at sleppa rundan um amerikonsku tiltøkini ímóti Iran. Tað merkisverda í hesum málinum var, at kinesiska stjórnin valdi at “geva aftur av somu skuffu” við at seta ein fyrrverandi canadiskan diplomat í húsavarðhald, og konfliktin er bara vaksin síðani. Nú handlar tað um handilsmøguleikar, trygd hjá statinum, og álit.
Huawei er stoltleikin hjá Kina. Tað er størsta telefyritøkan í verðini, og tann næststørsti smartfonveitarin í heiminum, bert aftanfyri Samsung. Og Huawei hevur sanniliga eisini hjálpt kinesiska statinum at fáa ávirkan kring um. Í USA er tað ikki eitt stórt merki, men nærum alla aðrastaðni – Afrika, Miðeystri, Asia og Europa, herundir í Føroyum, er tað eitt útbreitt merki.
Fyritøkan hevur ein umsetning uppá umleið 500 milliardir um árið, og tað er býtt 50%-50% millum Kina og útlond. Fyritøkan er ung, einans 31 ára gomul, og tað var pápi omanfyrinevnda fíggjarstjóra, Ren Zhengfei, sum stovnaði hana. Hann vaks annars sjálvur upp undir fátækum korum.
At Kina er stolt av Huawei sæst eisini aftur í reaktiónunum uppá, at USA hevur ákærd Meng Wanzhou. Fleiri kinesarar halda, at USA ger hetta fyri at halda kinesiskari ávirkan og tøkni niðri til frama fyri amerikanskari tøkni og ávirkan.
Í USA siga bæði FBI, CIA og NSA, at Huawei er ein hóttan ímóti trygdini hjá USA, og at fyritøkan kann hugsast at viðvirka til njósning. Av tí sama er Huawei ikki serliga sjónligt í USA. Kongressin samtykti í 2012 at almennir stovnar ikki skuldu brúka Huawei ella ZTE, eina aðra kinesiska fyritøku, sum veitarar. Fleiri privatar fyritøkur hava tikið hetta sama forboðið til sín og sett tað í verk fyri sínar fyritøkur av sínum eintingum.
Alt hetta merkir tó ikki, at Huawei er forboðið í USA. Privatfólk kunnu framvegis keypa fartelefonir og teldur frá Huawei, og í summum økjum er Huawei tann einasti reelli televeitarin, tí teirra útgerð er so bílig í mun til aðrar veitarar. Men USA hevur í umbúna at seta enn fleiri tiltøk í verk, sum skulu avmarka fyritøkuna meira.
Tað sum ger, at USA hevur so sterkan mótvilja ímóti Huawei er serliga, at í 2017 samtykti Kina eina fregnartænastulóg, sum sigur, at allir kinesarar og kinesiskar fyritøkur skulu samstarva við kinesiska statin, tá tað kemur til fregnartænastuvirksemi. USA óttast sostatt, at hetta fer at verða brúkt til statsliga kinesiska njósning, ikki bara í USA, men eisini hjá teimum allieraðu hjá USA. Hartil kemur, at Huawei væntast at vera tann førandi aktørurin, tá tað kemur til 5G-tøkni.
Huawei og Føroyar
Í Føroyum taka bæði almenningur, myndugleikar og telefyritøkur hesi viðurskifti nógv meira róligt. Føroya Tele er samstarvsfelagi hjá Huawei, og hevur í fleiri umførum styrkt um samstarvið. Hetta samstarvið snýr seg m.a. um júst 5G, og barslað verður enntá við hugskotinum at útbjóða tað uttanfyri Føroyar eisini, og hava Orkney- og Hetlandsoyggjarnar verið nevndar sum møgulig øki at veita til.
USA hevur heitt á sínar allieraðu um at taka frástøðu frá Huawei, men tað gongst striltið. Japan og Australia eru fyri at forbjóða Huawei – Australia hevur longu tikið ávís stig – men í Europa tykjast fólk vera glaðari fyri kinesisku fyritøkuna. Ikki minst í Føroyum og Danmark.
Eitt nú er Johan Dahl, fyrrverandi løgtingsmaður og vinnumálaráðharri sambært sosiala netverkinum LinkedIn, í starvi sum “executive adviser” hjá Huawei Technologies Denmark og hevur verið har í 3 ár. So ikki kann sigast annað enn, at føroyingar veruliga hava tikið kinesiska telerisan, sum amerikanarar óttast, til sín.