Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjóhitin veitir kulda til skoytubreytina, sum so gevur hita til sjóhitaskipanina

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  05.12.2019 - 14:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið varð kuldin settur til skoytubreytina. Í morgun er so eitt sindur meir av vatni tilsett, og verður meira vatn lagt á breytina, so hvørt sum tað frystir.

Returvatnið frá sjóhitaskipanini er munin kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini úr m.a. íbúðunum í Biskupstorgi og býnum annars, og er tá stutt til, tað frystir.

Hetta vatnið er um 5-8 stig, og tá ið tað er farið gjøgnum kompressaran, sum ger kuldan til skoytubreytina, er avlopshitnin so nógvur, at hetta vatnið verður heili 16 stig – og verður tí pumpað innaftur í framføringarleiðingina hjá sjóhipaskipanini.

So her er talan um eina vinn-vinn-skipan, og kann tí verða sagt, at sjóhitin veitir kulda til skoytubreytina, sum so gevur hita til sjóhitan. Júst sum við einum køliskápi, ið er kalt innan, meðan rørini aftanfyri eru heit.

Kuldaskipanin til skoytubreytina er eftir einum lítlum døgni komin niður á ÷ 6 stig og skal koma niður á ÷ 10 stig. Orkunýtslan er nú, tá ið alt frystir við størstu megi, 27 kW/t - ella roknað uppá ein mánað smáar kr. 30.000,- pr. mánað (uttan MVG).

Tá ið stoytubreytin øll er fryst, fer nýtslan niður, so væntað verður, at nýtslan tá verður í mesta lagi kr. 20.000,- pr. mánað.

Dømi

Um hvør brúkari skal gjalda kr. 40,- fyri nýtslu av skoytubreytini, so verður talan um 500 brúkarar pr. mánað ella 16 um dagin, fyri at gjalda nýtsluna av hesi skipan – So, sum væntað varð, er talan um eina umhvørvisliga lítið dálkandi og rakstrarliga ikki kostnaðarmikla skipan.

Fleiri orsøkir eru til tess. Sjóhitaskipanin fyrst og fremst, men eisini at undir breytini liggur bjálving. Hetta ger, at at kalla bert tað vatnið, sum liggur í skoytubreytini, skal frystast og ikki langt niður í lendið.

Skoytubreytin er sum kunnugt 380 m2 til víddar, og sum skilst á teimum teknikarum, sum fáast við slíkt, er henda skipanin tikin úr leikum. Júst tí vatnið, sum rennur til, er so kalt, og tað vatnið, sum verður borið aftur (sum tað í øðrum førum ikki ger), er so heitt, og tað verður gagnnýtt.

Aðrar skipanir nýta munandi meira orku – eisini tí hesar eru luft-skipanir, heldur enn vatn-skipanir sum tann á Biskupstorgi.

Hetta er ein spennandi verkætlan, ið nú verður tikin í nýtslu. Breytin tekur einar tveir dagar at koma niður á ætlaða kuldan.

Tú sleppur at royna skoytubreytina komandi leygardag, 7. desember kl. 14, tá ið tað verður skipað fyri serligari løtu, sum neyvari verður greitt frá í næstum.

Jú, sigast má, “Tað blíðkar fyri hugaðum monnum”!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…