Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vil fáa lív í býin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2019 - 14:58 Mentan Tíðindi

Mítt fremsta ynski er at knýta handilslívið, mentanina og umhvørvið saman her á staðnum, so at vit fáa ein lívligari, hugnaligari og betri bý, sum skal verða verdur at vitja og góður at búgva í.

Hetta sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, ið er nýggjur samskipari hjá Klaksvíkar Handilsfelag.

- Klaksvík hevur nógv gott at bjóða.  Men vit liva eisini í einari tíð, har fólk bæði eru tilvitaði og krevjandi uppá ein góðan máta. Rákið er fyri tí vistfrøðiligu og heilsugóðu vøruni, men samstundis ynskja vit eisini at fylgja nýmótans steymum og allari framkomnari tøkni. 

Eg síggi Klaksvíkina, sum eitt vakurt putlispæl. Áhugaverd tiltøk, innbjóðandi kaffistovur, framsýningar, tónleikur, biografur og fjølbroytt handilslívið gera allan munin. Alt hongur saman. Men besta vørumerki vil kortini altíð vera blíðsskapur og dygd.   

Annika S. Biskopstø er 32 ára gomul og hevur á hægri lærustovni útbúgving í sálarfrøði og mentan. Hon hevur sína hugsan um, hvat nútíðar føroyingurin ynskir og vil.   

- Tað hevur týdning at vit hava eitt dynamiskt samfelag, har vit øll kunnu liva og virka í nógv ár fram. Vit munnu øll vita, hvussu nógv freistandi og  áhugavert útheimurin hevur at bjóða. Men handilslívið í Klaksvík hevur tíbetur gott orð á sær. Úrvalið er stórt og fjølbroytt. Men kappingin er hørð og avbjóðingarnar frameftir eru helst fleiri.

- Tí er tað eisini umráðandi, at vit í felag royna at skapa ein blómandi bý, við livandi handilsgøtum og lívi. Helst er tað bara hugflogið, sum setir mørkini.  Men eg síggi týdning í at kunna síggja og halda í vøruni áðrenn hon verður keypt, soleiðis at man veit, hvat man fær. Eisini er tað gott, at møguleiki er fyri góðari vegleiðing á staðnum. Dygd og góðska hevur í gjøgnum søguna umboða stórar partar av handilslívinum í Klaksvík og eg vænti at vit í næstum fara at síggja eitt rák, har fleiri eisini fara at hugsa um at selja og keypa vørur, sum eru meiri lokalar og í heila tikið burðardygt framleiddar.

Sjálv hevur Annika meira rokast við at skipa fyri tiltøkum enn at staðið í handli.

- Men vit eru borgarar í sama býi og í einum tænastusamskifti við hvønn annan.  Í míni verð snýr tað seg um at hava hjarta við í øllum tí, sum vit gera. At handla og samla er líka gamalt sum menniskjan. Mín vón er, at tá vit hava dagar sum hesar, at tað er ein góð uppliving, bæði hjá teimum ið vitja og eisini hjá okkum øllum, sum búgva og virka her í Norðoyggjum. Tað skal vera stuttligt og kennast væl at vera her norðuri. Og tað gerst ikki minni hugaligt, um dagurin og samveran við onnur menniskju verður tað størsta kubbið hjá okkum øllum.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…