Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: if.fo

ÍF ætlar at taka seg saman

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.12.2019 - 17:30 Ítrottur Tíðindi

Kappingarárið 2019 fer í søguna sum eitt óvanliga vánaligt ár hjá ÍF.

(Úr Norðlýsinum mikudagin) Liðið fekk bara seks stig í 27 dystum og endaði aftast. Men liðið flytur ikki niður, tí eingin megnaði at spæla seg til uppflyting í næstbestu deildini. Men ÍF ætlar ikki, at søgan skal endurtaka seg.

ÍF hevur longu fingið tveir profilar í hópin. Milos Budakovic, ið hevur verið málverji í TB í nøkur ár, kann væntast at styrkja nógv um málmansøkið, meðan Filip Djordjevic eftir eina tíð við meistaraheitum og løgmanssteypum í Víkingi nú skal vísa, hvat hann megnar hjá einum botn 5 liði. Í 2019 sat hann á bonkinum ein part av kappingini, so talan er helst um ein svangan leikara. ÍF hevur mist Dávid Langgaard, sum vegna sín bústað í høvuðsstaðnum hevur gjørt sáttmála við AB. Tað ljóðaði, at ÍF var eitt av liðunum, sum royndi eftir Lukasz Cieslewicz. Og tað ljóðar eisini, at vit kunnu væntar fleiri leikarar til ÍF afturat. Ein leikari sum er uppá tal er Bogi Reinert-Petersen, sum eftir summarsteðgin spældi við Víkingi, men sum annars fyri tað mesta hevur spælt við ÍF. Hann hevur ongan sáttmála fyri 2020. Líkt er undir øllum umstøðum til, at ÍF verður í einari munandi sterkari útgávu í 2020 á manningarsíðuni, um søgurnar passa, at vit kanska koma at síggja minst fimm nýggjar leikarar í hópinum.

Tilgongd:

Milos Budakovic

Filip Djordjevic

 

Frágongd

Dávid Langgaard

Petur Meinhard Magnussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík