Lýsing
Lýsing
Lýsing

Parkinsonfelagið skipaði fyri jólahugna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.12.2019 - 18:33 Mentan Myndarøð Tíðindi

Seinnapartin í dag, var Heimið við Vágna ramman um eina sera hugnaliga og gevandi løtu hjá limunum í Parkinsonfelagnum.

Hóast veðurlíkindini langt frá vóru av teim bestu, so høvdu limir í felagnum úr øllum landinum sett sær stevnu í Klaksvík í dag. Tí var uppmøtingin ótrúliga góð, tá hugsað verður um, at nógvastaðni eru tiltøk og ferðir avlýst.

Durid Johannesen bjóðaði væl komin og tónleikararnir Hallur Biskopstø, Jákup Biskopstø Andreasen, Óli Biskopstø og Karsten Nesá spældu undir til felagssang. John William Joensen, sum eisini ber Parkinson sjúkuna greiddi eitt sindur frá hvussu hansara støða var og hvat hann gjørdi fyri at tálma ávirkan sjúkunar.

Annars var dagurin fyriskipaður sum lýst, sum ein hugnadagur, har vit eisini fingu frágreiðing frá felagsarbeiðinum.

Í nevndini fyri Parksonfelagnum sita Durid Johannesen, formaður, John William Joensen, Joy Ann Simonsen, Oddvá Tróndheim og Anna Katrina Beder.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…