Lýsing
Lýsing
Lýsing
Látrýstini koma beint á okkum í hesum døgum. Fyribils verður mett, at hetta, sum rakar okkum í kvøld og í nátt, er tað síðsta á hesum sinni, sum kemur beint á. Nú fer ferðamynstrið at broytast. | Mynd: dagur.fo

Vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.12.2019 - 14:52 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstini koma beint ímóti okkum í hesum døgum – veðrið er umleypandi. Tað fer tað at vera næstu dagarnar eisini.

Lágtrýstið, sum nú stýrir veðrinum í dag og í morgin, fer eystur um Føroyar beint norðanfyri í nátt ella tíðliga í morgin ári. Nógvur vindur er rundan um tað – serliga norðan- og vestan fyri miðjuna. Hetta økið fer at raka Føroyar eftir midnátt. Vindferðin væntast at fara upp í 18 til 23 m/s í morgin ári. Onkra løtu 20 til 25 m/s.

Ættin í dag er útsynningur-vestan, men út á seinnapartin fer hann niður í útsynning. Vindferðin er um 5 til 10 m/s, men seint í kvøld fer vindur at veksa, og morgin ári er skrið ella stormur í miðalvindi – 20 til 25 m/s. Hvirlurnar eru nakað harðari.

Ælaveðrið heldur fram restina av degnum í dag og í nátt eisini. Hitalagið er í dag um 4-5 stig, men tað fer spakuliga niðureftir. Seint í kvøld og í nátt fer avfallið tí at vera eitt bland av regni, vátakava og kava.

Fyrrapartin í morgin minkar vindurin aftur. Á middegi fer hann upp ímóti norði.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja