Lýsing
Lýsing
Lýsing

Navnið er Nema

SKRIVAÐ: NEMA  |  11.12.2019 - 15:01 Tíðindaskriv Vinna

Fyritøkurnar NEMA og HEY løgdu saman í januar, og nú er tíðin komin til at virka undir einum felags heiti. Alt virkisøkið hjá felagnum fer framyvir at virka undir navninum Nema, men við einum dagførdum og meir hóskandi búmerki. Broytingin verður framd so líðandi ígjøgnum 2020.

Búmerkið tekur útgangsstøði í felagsskapinum. Felagsskapinum innaní fyritøkuni og felagsskapinum, sum báðar fyritøkurnar hava knýtt við kundar sínar. Búmerkið er skrivað við lítlum stavum og fonturin er sergjørdur. Tað er niðri á jørðini, stavirnir standa tætt saman og e'ið sum stendur á skrá, skal minna bæði fyritøku og viðskiftafólk á tørvin á at hugsa øðrvísi. Rundingurin ímyndar sereyðkennini í fyritøkuni og fer í komandi tíðum eisini at geva ymsu økjunum sítt egna sermerki.

 

Ein sterkari heildarveitari

Bæði Nema og Hey eru, á hvør sínum øki, ein sterkur aktørur og hava lagt nógva orku í tænastu. Saman er fyritøkan ein sterkur heildarveitari innan KT - loysnir, skrivstovuútgerð, internet, fartelefoni, pappír og dygdar innbúgv.

Tað gevur eina sterkari heildarveiting til føroyskt vinnulív og samanleggingin er eisini til fyrimuns hjá privatkundunum, ið nú kunnu fáa fígging av NEMA vørunum. Handlarnir eru somuleiðis víðkaðir, so kundarnir fáa eitt størri úrval av vørum og tænastum í Klaksvík og Runavík. Handlilin á Smyrilsvegi verður dagførdur í fyrsta kvartali í 2020, til eisini at umfata fjarskiftisvørur.

Nema virkar undir nýggja samleikanum beinanvegin og hann verður útbygdur so líðandi í 2020.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival