Lýsing
Lýsing
Lýsing

KVF - ikki gott nokk!

SKRIVAÐ: Eyðstein Poulsen  |  12.12.2019 - 00:17 Lesarabrøv Vinna

Tá feløgini í fiskivinnuni blivu gjørd upp í KVF í síðstu viku, gjørdi KVF eina snildu fyri at fáa split í vinnuna, og soleiðis gera samlaðu vinnuna veika. Vinnan stendur sterkari saman, og vit í lokalumhvørvinum hava brúk fyri, at vinnan stendur saman!

Tað er púra greitt fyri mær, at tað er ein dagsordan hjá KVF-umhvørvinum at skapa søgur (ræðusøgur) og spjaða iva um, um tað ikki eru onkrir bandittar ímillum okkum, sum vit øll kunnu fara eftir. Mær dámar ikki hendan framferðarháttin! Men tá tað er sagt, so hava vit sjálvandi ein moral, ið skal haldast.

Eg skilji, at KVF skal vera okkara vaktarhundur, og eri fult út einigir í tí, men eg góðtaki ikki, at KVF fer lættliga um sannleikan, og beinleiðis manipulerar lurtaran og hyggjaran, fyri at skapa góðar søgur. Tá tað lukkast, at seta vinnulívið uppímóti hvørjum øðrum, so hava vit í lokalumhvørvinum og lokalsamfelagið tapt, serstakliga tá einki er at táttast um!

Tá feløgini vóru gjørd upp í KVF, so var bygnaðurin hjá JFK uppgjørdur við øllum eigarum og ikki bert høvuðseigarum. Myndin varð gjørd fløkjaslig‚ og linjurnar vístu bæði ein og annan vegin, fyri at gera tað so fløkt sum møguligt. Hendan myndin stóð leingi á skerminum, meðan øll viðurskiftini vóru greina, og øll feløg, ið á ein ella annan hátt eiga í‚ vóru lýst.

Tá JFK-samtakið var liðugt viðgjørt, so vóru hini stóru feløgini í vinnuni skjótt gjøgnumgingin, uttan at taka allar teir mongu aðrir eigararnir við, ið eiga í teimum mongu dótturfeløgunum, ið hesi feløg so dugnaliga hava arbeitt seg fram til.

Lat tað vera sagt, at eg havi stóra virðing fyri øllum hesum feløgum, ið dagliga skapa okkara samfelag, men tað er ikki rætt, tá okkara puplicservice-stovnur fer innímillum hesi feløg, og og lovprísar nøkrum, og síðani svertar eitt felag. Hetta skapar tað split, ið vit í lokalumhvørvinum ikki ynskja og ikki hava brúk fyri!

Eg vil tí koma við eini greiðari lýsing av felagnum hjá Hanusi Hansen, so fólk kunnu síggja, at her er líka greitt, sum hjá øðrum feløgum.

Um nakar ivast, so eru hesi viðurskifti ikki duld og goymd fyri okkum borgarum. Vit liva í einum siviliseraðum samfelag og ikki í eini kowboy-mentan, sum KVF vil vera við!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin